Handil á skattamarkinum

- Vanligt er at gera virðismetingar í slíkum førum. Annars kann tað koma aftur um brekku í viðurskiftunum við skattavaldið, sigur Hans Laksá Hansen, sum er formaður í felagnum fyri ríkisgóðkendar grannskoðarar

»Keypspeningurin og sølupeningurin er virðið í vanligum handli um avhendingarmundið«.

Soleiðis verður sagt í grein 35a, stk. 4 í skattalógini, har viðurskifti viðvíkandi keyp og sølu av virðum úr einum partafelag til privatar persónar verður umrøtt.

Hugtakið verður ikki greinað nærri í sjálvari lóggávuni, men verður tosað um virðisbrøv, eru vanliga fleiri kriterium, sum hesi kunnu virðismetast eftir.

Tað varð tó ikki gjørt, tá Kongshavnar Útgerðarfelag á heysti 2004 seldi partabrøv síni í Atlantic Petroleum til Torbjørn Jacobsen og pápa hansara fyri kurs 100. Í tíðindaskrivi, sum felagið í gjár sendi út, stendur “Partaeigararnir kendu ongan almennan kurs ella prís fyri hesi partabrøv um hetta mundi og rindaðu sostatt sama keypsprís, sum felagið hevði keypt tey fyri, tá oljufelagið varð stovnað.”

Hvørki felagið ella Torbjørn Jacobsen hava viljað upplýst, nær partabrøvini vórðu handlað. Men í yvirliti, sum er dagfest 1. oktober 2004, stendur felagið framvegis sum eigari av partabrøvunum. Bert sjey dagar seinni varð prospekið frá Kaupthing til skrásetingina av felagnum un dirskrivað og síðani seinni almannakunngjørt. Og har varð kursurin mettur til 265.

Varð ein virðismeting gjørd í døgunum millum 1. og 7. oktober, ber illa til at ímynda sær, at hendan hevði givið kurs 100. Tað kundi bent á, at keypararnir – sum her eru eigarar av felagnum – tilvitað hava keypt virðir úr partafelagnum fyri undirkurs. Og hava teir tað, so er talan um lógarbrot.

 

Skattskyldugt

so ella so

- Vanligt er at gera virðismetingar í slíkum førum. Annars kann tað koma aftur um brekku í viðurskiftunum við skattavaldið, sigur Hans Laksá Hansen, sum er formaður í felagnum fyri ríkisgóðkendar grannskoðarar.

Hann sigur víðari, at allur handil skal fara fram til marknaðartreytir, antin tað snýr seg um bygningar, bilar ella onnur virðir.

Hans Laksá Hansen vil ikki gera beinleiðis viðmerkingar til aktuella málið, men svarar generelt, at allir óvanligir handlar eiga at verða kannaðir gjølla av grannskoðarum.

Men í einum slíkum føri kunnu tað verða viðurskifti, sum fyri øðrum eru ókend, ið liggja til grund einari góðkenning av roknskapinum, sigur Hans Laksá Hansen.

Upp á fyrispurning um kreditorar í slíkum føri kunnu krevja endurgjald, sigur Hans Laksá Hansen, at talan í so fall í mesta lagi kann gerast um munin millum keypsprísin og veruliga virðið um sølumundið.

Margretha Dalsgarð frá TAKS sigur, at tey ikki gera viðmerkingar til konkret mál, men hon sigur kortini, at í einum føri, har ein høvuðspartaeigari selur virðir úr partafelagnum til sín sjálvs til undirprís, so er munurin millum søluprísin og veruliga virði skattskyldugur so ella so.

- Um ein stjóri til dømis fær lítla løn, og hann so í staðin kann keypa virðir bíliga úr felagnum sum ískoyti til lønina, so er hetta kortini skattskyldugt. Ella talan kann vera um fjalda útlutan, har stjórin fær virðir úr felagnum í staðin fyri vinningsbýti. Ella um ein stjóri í triðja lagi fær hesi virði sum gávu, so er tað í øllum førum at meta sum skattskyldugt, sigur Margretha Dalsgarð.

Annars vísir hon á, at slík mál mugu kannast í hvørjum einstøkum føri, og tað ikki ber til at siga beinleiðis út frá einum roknskapi, um slík søla er farin fram.