Samanlegging
Gabriel Hansen heldur, at verður rætt atborið, fer tað at geva nólsoyingum, sum eru fáir í tali, størri møguleikar enn vansar, um lagt verður saman við eini so stórari kommunu, sum Tórshavnar kommuna er.
- Eg veit væl, at tað eru ikki allir kollfirðingar, ei heldur hoyvíkingar, sum eru so fegnir um at vera partur av eini stórari kommunu. Men spurningurin er, hvussu vit, sum eru so fá í tali, skulu kunna rinda fyri allar tær uppgávur, sum eitt nútímans samfelag krevur.
Gabriel heldur, at tað kundi havt sínar fyrimunir, um nólsoyingar vóru partur av eini størri eind.
- Eg trúgvi, at verða vit fleiri um at lyfta, kann okkurt skilagott spyrjast burtur úr, um rætt verður atborið.
Gabriel er sonur Edward, sála, sum í sínari tíð bæði hevði handil og fiskakjallara í Nólsoy.
Hann heldur, at fiskavirkið, sum síðst í sjeytiárunum avloysti fiskakjallararnar í bygdini, í dag kundi verið nýtt til saltfiskavirki, nú fiskur fæst til keyps á uppboðssøluni.
Enn er tó einki frætt um, hvat teir, sum eiga hetta virkið, ætla at brúka tað til, nú alistøðin, sum verið hevur á virkinum seinastu árini, er latin aftur.
Av bygdini
Handilsmaðurin vísir á, at í Nólsoy eru fá arbeiðspláss, og tí noyðist fólkið av bygdini at vinna sær til lívsins uppihald, um tey skulu verða búgvandi í bygdini.
- Rytan siglir við nógvum fólki, sum fer til arbeiðis og í skúla hvønn dag. Tey, sum eiga børn, skulu hava børn síni ansaði, meðan tey eru av bygdini til arbeiðis.
- Sum eg havi skilt, sigur Gabriel, er ein partur av
sáttmálanum millum Nólsoyar kommunu og Tórshavnar kommunu, at eitt nú nýggjur barnagarður skal byggjast í Nólsoy í næstum.
Handilsmaðurin heldur, at soleiðis sum tíðin er vorðin, og krøvini eru økt, er hann fyri, at Nólsoyar kommuna fer uppí Tórshavnar kommunu.
- Ivaleyst eru onkrir vansar við samanlegging, men eg dugi eisini at síggja, at her eru nakrir eygsýndir fyrimunir, sum eg haldi telja meira, tá ið saman um kemur, sigur Gabriel Hansen at enda.