Ein handilsmiðstøð í ghanesiska høvuðsstaðnum Accra rapaði í dag, og tíðindastovurnar skriva, at kanska liggja fleiri hundrað fólk undir teimum rapaðu húsunum.
Ein tíðindamaður hjá tíðindastovuni AFP sigur, at hann sá bjargingarfólk hjálpa tveimum fólkum út. Tey vóru bæði á lívi. Ein tíðindamaður hjá BBC hevur eisini verið á staðnum, og hann sigur, at fleiri fólk eru bjargað undan húsaleivdunum á lívi. Men aðrar keldur siga, at í hvussu er trý fólk hava latið lív.
Sambært BBC liggja kanska eini 200 fólk undir teimum rapaðu húsunum, sum vóru í seks hæddum. Sum skilst hendi vanlukkan, júst sum handlarnir høvdu latið upp.