Seinnapartin hósdagin setti Klæmint Olsen, býráðslimur, Handilsstevnuna ?97 í ítróttarhøllini á Nabb. Gott 20 framsýnarar eru á stevnuni hesaferð.
Úrvalið er fjølbroytt. Trygdarútgerð, máling, bilar, brúðarkjólar, snikkaraarbeiði og list fyri bert at nevna nøkur av tilboðunum, sum eru.
Á lítlari samkomu, tá stevnan varð sett, segði Kristmund Kunoy, sum skipar fyri stevnuni, at hendan 11. stevna hansara, kanska eisini fer at verða tann seinasta.
Hann segði, at hann hevði samráðingar við nakrar ungar menn, sum eru sinnaðir at taka yvir.
Kristmund Kunoy nýtti høvið til at takka teimum, sum við vóru og teimum, sum høvdu hjálpt til at fáa stevnuna upp at standa, fyri gott samstarv.
Eisini Barbara
Klæmint Olsen, formaður í Mentannarnevnd Tórshavnar Býráðs, fekk síðan orðið til setan av stevnuni.
Hann helt, at tað kanska kundi tykjast onkrum løgið, at formaðuri í Mentunnarnevndini setti eina handilsstevnu.
Men hann vísti samstundis á, at har handil er, er lív. Og lív er mentan.
Heldur ikki formaðurin í Mentunnarnevnd Tórshavnar Býráðs slapp undan at nevna Barbaru.
Hann vísti til myndina í filminum, har Gabriel vísti teimum báðum, Barbaru og vinkonuni Súsonnu, tað, hann hevði at selja. Og hvussu Barbara lat seg freista av silkisokkunum.
Tað, sum Gabriel gjørdi, var reklama. Reklama skal til, tá handlað verður. Og vit hava øll eitt sindur av Barbaru í okkum, helt Klæmint Olsen. Øll lata vit okkum, so ella so, tøla av reklamum.
Klæmint Olsen segði, at mangan var tosað um etikk og moral. Og eitt var, sum nevndis handilsmoralur, segði hann. Hann metti, at handilsmoralurin var høgur í Føroyum.
Men formaðurin í Mentannarnevndini hevði eitt hjartasuff í samband við setanina av Handilsstevnuni ?97.
Hann helt, at tað var spell, at einki brúkarafelag er í Føroyum. Í hvussu er einki virkið. Tí tað hevði ikki bara komið brúkarunum til góðar, segði hann. Men so sanniliga eisini handilsmonnunum.
Og eina ávarðing hevði Klæmint Olsen við sær, tá hann setti stevnuna. Hann segði, at hóast øktur handil merkti trivna í býnum, máttu vit minnast til, at økt forbúk ikki altíð var bara av tí góða.
Trygdarútgerð
Ein teirra, sum sýnir fram á stevnuni, er handilsfyritøkan HOOK, sum selur arbeiðsklæðir og trygdarútgerð.
Tað eru teir báði,Mikkjal N.J. Olsen og Aksel MC Intosch, sum reka fyritøkuna.
Handilin er umleið hálvtannað ára gamal, sigur Mikkjal Olsen. Teir hava ikki gjørt tað stóra við marknaðarføring, sigur hann, men hava mest hildið seg til at selt til fyritøkur.
Teir selja arbeiðsklæðir, so sum ketildraktir, handskar og tílíkt. Millum annað ber til at fáa ullintar hosur úr USA.
Og teir hava eit rættiliga gott úrval av trygdarútgerð.
Her eru skógvar og styvlar av mongum ymiskum sløgum. Oyravernd, hjálmar og so framvegis.
Mikkjal Olsen sigur, at teir, í tann mun, tað ber til, innflyta vøruna beinleiðis frá framleiðara. Meginparturin er úr Bretlandi, Fraklandi og Fjareystri.
Handilsstevnan lat upp hósdagin og verður opin í dag og í morgin afturat.