Í 1856 var einahandilin avtikin í Føroyum, tá sluppu føroyingar sjálvir at hava handil. Sama ár byrjaði Jóhan Mortensen handil sín á Tvøroyri. Jóhan var virkin maður, og í árunum eftir komu fleiri úthandlar kring landið. Ein av hesum úthandlum kom at vera í bóndahúsunum hjá Niclas Samuelsen í Sørvági, nevnd Norðstova.
Hesin úthandil varð stovnaður í 1864, og handlaði mest við matvørum, byggitilfari og ymiskum neyðsynjarvørum at byrja við. Niclas fekk fyrsta handilsloyvi í familjuni tann 29. desember hetta árið.
Niclas Samuelsen var um tað mundið komin væl til árs, og longu í 1872 tók sonur hansara, Dánjal Niclasen (Ríki-Dánjal), ið tá var 31 ára gamal, við. Niclas doyði í 1896. Dánjal helt á til ár 1900, tá hansara dagar vóru taldir og árarnar lagdar inn. Tá tók sonurin Niclas Niclasen við.
Eftir aldarskiftið gjørdist virksemið hjá fyritøkuni størri, og í 1916 kom posthús eisini í Norðstovu. Postflutningurin til Bø, Gásadals og Mykinesar var eisini røkt av felagnum.
Frá 1905 og fram til 1925 keypti fyritøkan sjey smærri 6-10 tons dekksbátar, og fiskurin varð virkaður í Sørvági. Hildið var fram við hesum fiskiskapi til fyrst í 30-árunum, tá felagið byrjaði at keypa sluppir.
Samstarvið við Mortensen helt fram til eftir fyrsta veraldarbardaga, tá Handilsvirkið Niclasen byrjaði at innflyta sjálvir.
Í 1939 varð Dánjal Niclasen settur sum stjóri í fyritøkuni. Meðan seinni heimsbardagi herjaði, varð einki nýtt skip keypt, men beint eftir kríggið komu teir tríggir snurruvoddarnir: Vesturleið, Vestursøki og Vesturleiki, og í 1947 kom Vesturskin, ið var trolari. Best kendur av hesum bátum er ivaleyst Vesturleið, sum felagið setti inn í ferðafólka- og farmasigling millum Miðvág og Havnina. Handilsvirkið Niclasen hevði eisini siglingina til Mykinesar.
Eftir kríggið komu fleiri 30-tons bátar til bygdina, og onkrar av hesum átti Niclasen upprunaliga, meðan teir uppkeyptu aðrar. Hetta var so mikið trygt rávørugrundarlag, at Niclasen í 1954 settu á stovn eitt flakavirki. Hetta var fyrsta flakavirkið í landinum. Dánjal Niclasen var stjóri, meðan virkisleiðarin fyrstu fýra árini var Brynjálvur Mortensen, langabbasonur gamla Jóhan Mortensen, sum stovnaði Mortensenshandilin á Tvøroyri. So á ein hátt rann saman aftur millum fyritøkurnar.
Tá Dánjal Niclasen andaðist í 1971, tók Niclas Niclasen við starvinum sum stjóri í fyritøkuni og í 1992 tók Jørgen Niclasen við sum stjóri.
Eins og í byrjanini fyri 145 árum síðan, er tað handil, sum fyrtøkan fæst við í dag við eini timburdeild við m.a. timburi, máling og stoypitilfari og eina byggibúð við amboðum, búnýti, prýðislutum, báta- og navationsútgerð eins og ymiskum til urtagarðin.
Í dag er Edward Niclasen er stjóri og Birgir av Vollanum dagligur leiðari í Handilsvirkinum Niclasen.
-red