Russiskar tíðindastovur siga, at ein maður er handtikin í Sameindu Arabisku Emiratunum fyri drápsroynd móti russiska generalinum, Vladimir Aleksejev.
Drápsroyndin fór fram í einum íbúðarbygningi í Moskva stutt fyri vikuskiftið, har generalurin varð skotin og illa løstaður.
Vladimir Aleksejev varð lagdur undir skurð, og í Russlandi verður sagt, at støðan framvegis er álvarslig, men at hann ikki er í lívsvanda longur.
Russiska tíðindastovan Ria veit í morgun at siga, at ein maður er handtikin í Dubai fyri álopið, og tíðindastovan endurgevur russisku trygdartænastuna, FSB.
Útlendskir miðlar skriva, at talan helst er um ein russiskan mann, sum er handtikin, og sum verður útflýggjaður russiskum myndugleikum.
FSB heldur upp á, at handtikni maðurin í Dubai er maðurin, sum stóð aftanfyri drápsroyndina.
Lagt verður aftrat, at ein annar maður, sum helst hevur viðvirkað til álopið, eisini er handtikin í Moskva. Upplýsingarnir um handøkurnar eru ikki váttaðar av øðrum keldum.
Tað var fríggjadagin, at generalurin, General Vladimir Aleksejev, sum eisini er partur av hernaðarligu russisku fregnartænastuni GRU, varð skotin í íbúðarbygningi í Moskva.
Hetta veit tíðindastovan NTB at siga í morgun.











