Handverk í Mentanarhúsinum

Tey, ið kundu hugsa sær at lært gamla hondverkið tøving, og tey sum hava áhuga í máling, fáa nú aftur høvi at royna seg Hetta er triðja árið á rað, at Mentanarhúsið í Fuglafirði verður karmur um skapandi skeiðini, sum tær báðar Unn Eldevig Petersen og Randi M. Gunnarsdóttir, skipa fyri. Skeiðini undanfarin ár hava verið so væl umtókt, at fyrireikararnir nú hava valt, at hava tað í trimum umførum, soleiðis at pláss verður fyri fleiri luttakarum. Fyrsta skeiði var í mai, og tað næsta verður í døgumum 18. ? 20. Juli.

Unn Eldevig Petersen sigur, at luttakararnir koma úr øllum Føroyum, og at hetta gjørdi skeiðsumhvørvið enn meira áhugavert. Stemningurin var merktur av arbeiðshugi og kreativiteti, og fólk tyktust at gloyma tíð og stað.

-Summi høvdu langt at koyra til Fuglafjarðar, men tey vóru so upptikin av arbeiðinum, at tey vildu ikki leggja amboðini fyrr enn seint á kvøldi. Men longu tíðliga morgunin eftir vóru tey farin aftur til verka, sigur Unn.

Skeiðið endar við framsýning, har luttakarar kunnu sýna fram tað, sum tey hava latið úr hondum hesar dagarnar. Í góðveðrinum í fjør varð framsýningin flutt út á torgið við Mentanarhúsið, og varð hon sera væl vitjað.