Hanga í toppinum

VÍf heldur framvegis fast í møguleikanum at vinna Stjørnuna aftur, eftir at tær leygardagin megnaðu at basa VB kvinnurnar, sum helst iðra seg um at tær einki fingu burturúr

VÍF 31-29 (17-10)


Tá dysturin í Vestmanna var hálvrunnin var alt annað enn líkt til, at áskoðararnir skuldu fáa ein sera spennandi og undirhaldandi seinna hálvleik at síggja.

Í fyrra hálvleiki hevði gongdin verið tann, at heimaliðið hevði sett reyð/bláa VB liðið so dyggiliga upp á pláss.


Brádliga vaknaði VB

Vestmannagenturnar byrjaðu beinanvegin at leggja sjógv millum seg og vágsgenturnar, og hóat tær á útiliðnum royndu at muta ímóti, so gjørdist munurin alsamt størri, so hvørt sum hálvleikurin leið.

Í seinna hálvleiki var líkt til, at gongdin skuldi gerast hin sama, men eftir at VÍF hevði vunnið seg upp á 20-12 raknaðu VB genturnar brádliga við. Hetta tóktist tó alt annað enn sannlíkt, tí umframt at VÍF hevði trygga leiðslu í hálvleikinum, var útiliðið fyri einum stórum missi, tá Christina Holm seinast í fyrra hálvleiki mátti av vøllinum, tí hon í einum hendiligum samanbresti við mótleikara fekk hol á høvdið.

Hetta fekk tó ikki treisku vágsgenturnar at fella í fátt, og spakuliga ótu tær burtur av leiðsluni hjá VÍF. Tá úrið í høllini vísti 22 minuttir, sást úrslitið av hesum, tí nú vísti máltalvan brádliga sama tal hjá báðum liðum.

VÍF megnaði tó at svara aftur at enda, og hóast VB var nær við at vinna tær aftur, so gjørdist tað ikki meira enn næstan, og kundu vestmanangenturnar tískil fegnast um sigurin, tá seinasta ýlið varð blást.


Signhild royndist væl

VB royndi meginpartinum av dystinum at mansverja Ioanu, og hóast hon fekk 11 mál, so má sigast, at hesin partur av taktikkinum hjá VB eydnaðist sera væl. Tað var nevnliga soleiðis, at Ioana fekk 6 av teimum 11 málunum við brotskasti, og eini 3 av hinum komu aftan á 3 metur kast, so einki er at ivast í, at Regina gjørdi eitt megnar arbeiði í verjupartinum.

Trupulleikin fyri vágsgenturnar var tó tann, at VÍF eisini hevur aðrar dugnaligar leikarar á liðnum, og hesu ferð var tað serliga Jacklin, sum gjørdi um seg.

Fleiri ferðir smeyg hon sær inn um VB verjuna, og gekk hetta ikki, so leyp hon bara upp og royndi seg úti frá, og aloftast endaði bólturin í meskunum aftan fyri Jyttu í VB málinum.

Ein leikari, sum tó eisini átti sín stóra lut í sigrinum hjá VÍF var nýggi leikari teirra, Signhild Petersen. Hon hevur seinastu mánaðirnar vant við vestmannagentunum, og nú er líkt til, at knæðið er somikið sterkt, at hon aftur kann vera við í dysti.

Fyrra hálvleik sat hon á beinkinum allar 30 minuttirnar, men í seinna hálvleiki var hon á vøllinum, og ivaleyst munnu flestu vestmenningar vera sera takksamir fyri tey 3 málini hon gjørdi seinastu 5 minuttirnar av dystinum, og sum sostatt komu at stóra ávirkan á endaliga úrslitið.


Iðra seg

Vágsgenturnar mundu helst ira seg, tá tær um kvøldið settu kós móti heimbygdini. Ikki tí, sum so var sigurin til vestmannagenturnar kanska í lagi, men VB-genturnar høvdu so sanniliga havt møguleikan at gera okkurt málið afturat.

Sostatt brendu tær tvey brotskøst (bæði á innaru síðuna av stongini) og tvær ferðir í fyrra hálvleiki megnaði Arnelyð at vinna bóltin frá VÍF gentunum og sostatt gerast einsamøll við málverjanum?men báðu ferðirnar bjargaði Marjun sera væl.

Sostatt mugu vágsgenturnar helst sláa seg til tols við, at tær ongar heiðurskrónur fáa á hesum sinni, men hini liðini skulu tó als ikki kenna seg ov trygg, tí hava VB genturnar ein góðan dag, kunnu tær helst geva øllum mótstøðuliðum ein harðan dyst.

VÍF genturnar kundu hinvegin fegnast um enn tvey stig til tunga stigaposan, og nú er av sonnum lagt upp til stórdyst, tá vestmannagenturnar komandi vikuskifti skulu til Klaksvíkar.

Higartil eru tær einasta lið, sum hevur bast Stjørnuni, og megna tær at endurtaka henda sigur, er kappingin aftur púrasta opin.


Dysturin í tølum

Málskjúttar:

VÍF: Ioana Rápa 11 (6), Jacklin Durhuus 8, Fríða Johannesen 4, Nicolina Joensen 4, Signhild Petersen 3, Andrea Nielsen 1

VB: Regina Rádó 9, Guðrið Mortensen 5, Sólrun Krosslá 5, Rannvá Augustinussen 4, Arnleyð Krossleyð 3, Leila Jespersen 2, Christina Holm 1

Brotskøst:

VÍF 6, VB 2

Útvísingar:

VÍF 2, VB 2

Dómarar úr StÍF:

Poli Hansen og Justines Justinussen