Hann bjóðaði sær til at leggja rok-mál á hillina

Men fyri at gardera seg vil hann ikki taka málið aftur

Enn er einki, sum bendir á, at pedagogarnir fara aftur til arbeiðis í næstum. Tað er greitt, nú Løgtingið viðger eitt uppskot frá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni í arbeiðsmarknaðarmálum um at geva Almannaverkinum rætt til at gera av, hvørji undan skulu gerast frá verkfallinum á stovnum undir Almannaverkinum so at tað slepst undan, at lív og heilsa verður sett í vanda.

 

Men í gjár bjóðaðu pedagogarnir at avlýsa verkfallið fyribils. Men treytin er, at partarnir setast aftur við samráðingarborðið og at Helgi Abrahamsen tekur uppskotið aftur.

 

Hetta hevur andstøðan í Løgtinginum gjørt nógv burtur úr, tí tey føra fram, at tók Helgi Abrahamsen av tilboðnum frá pedagogunum, vóru allir pedagogarnir farnir aftur til arbeiðis í morgun, og so var tað óneyðugt hjá Løgtinginum at viðgera málið.

 

Men Helgi Abrahamsen vil ikki taka uppskotið aftur, men hann bjóðaði sær at súltað tað, skuldi tað hent, at samráðingarnar verða tiknar upp aftur.

 

Hann sigur, at hann kann ikki taka uppskotið aftur, tí vísir tað seg, at samráðingarnar ikki bera á mál, kann uppskotið ikki leggjast fram aftur fyrr enn eftir ólavsøku, og ta støðuna vil hann ikki koma í. Tí helt hann fast um, at málið skal umrøðast í dag, og so fer tað í eina nevnd til viðgerar.

 

Og Helgi Abrahamsen sigur, at fara partarnir aftur til samráðingar, kann tað berast so bandi, at málið verður súltað, so at tað ikki kemur úr nevndini aftur og so verður tað ikki lagt fram aftur, um so er, at partarnir semjast.