Almenna bústaðarfelagið, Bústaðir, hava fingið ein nýggjan nevndarlim, Tað er Hans Jákup Drangastein Johansen á Eiði, sum er komin í nevndina fyri Bústaðir ístaðin fyri Tom Silvurdal, sigur Almannamálaráðið á heimasíðu síni.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, sum var landsstýriskvinna á økinum, valdi Tom Silvurdal í nevndina fyri Bústaðir. Men tað var heilt skjótt, at tað elvdi til rok, tí eitt tað fyrsta hann gjørdi var at kæra stjóran í Bústøðum fyri lógarbrot. Leingi vóru viðurskiftini ímillum nevnd og leiðslu í Bústøðum so vánalig, at einki kom burtur úr.
Fyrst fór formaður í nevndini fyri, Regin Hammer, frá sum formaður og Anna Maria Joensen varð vald til forkvinnu. Og nú er Tom Silvurdal eisini farin úr nevndini og ístaðin fyri hann er Hans Jákup Drangastein Johansen valdur í nevndina.
Hans Jákup Drangastein Johansen hevur útbúgving í búskaparfrøði og leiðslu og hann hevur drúgvar royndir úr fíggjar- og byggivinnuni. Frá 2009-2021 var hann bygdaráðslimur á Eiðu, har hann eisini var varaborgarstjóri øll árini, og nú er hann fíggjarstjóri hjá Nema.