Formaðurin í norska Framburðsflokkinum, Carl I. Hagen, er rættiliga komin í andglettin, eftir at hann í einari røðu fyrr í vikuni kom við sera hvøssum atfinningum at víðgongdum muslimum.
Bengt Hagtvet, professari á lærda háskúlanum í Oslo, sigur við Aftenposten, at nú er eingin munur á Carl I. Hagen, franska Jean-Marie le Pen og eysturríkska Jørg Haider. Bæði le Pen og Haider eru víða kendir fyri síni sera víðgongdu og høgravendu sjónarmið.
Bengt Hagtvet sigur, at Carl I. Hagen hevur framt politiskt sjálvmorð. Fleiri norskir politikarar hava víst orðalagnum hjá Hagen frá sær, og politiskir eygleiðarar í Oslo siga, at nú verður tað uppaftur truplari hjá Framburðsflokkinum at sleppa upp í nakra stjórn.