Barrack Obama gjørdi eitt rimmar hál á uppstillimngarvalunum hjá demokratunum hetta vikuskiftið. Hann vann øll valini. Seinast í Maine í gjár. Har høvdu tey flestu væntað, at Hillary Clinton fór at vinna, men tá 87 prosent av atkvøðunum vóru taldar tíðliga í morgun, hevði Barrack Obama fingið 59 prosent, og Hillary Clinton hevði fingið 41 prosent.
Maine sendir 24 valmenn á uppstillingarfundin hjá demokratunum, og úrslitið í gjár merkir, at Obama fær 15 av teimum 24 valmonnunum og Hillary Clinton hinar níggju. Sambært einari samanteljing hjá tíðindastovuni AP hevur Barrack Obama nú tryggjað sær stuðul frá 1.106 valmonnum, meðan Hillary Clinton hevur 1.135 í sínum parti. Fyri at fáa meiriluta skal annað valevnið tryggja sær 2.049 valmenn.
Veljararnir í Maine løgdu nógv fyri fyri at sleppa á val. Nógvastaðni í statinum var illfýsið við nógvum vindi og kava, men kortini vóru bíðirøðirnar langar uttan fyri valhølini.
Leygardagin vann Obama sannførandi í Washington State, Nebraska og í Louisiana. Tann mest sannførandi sigurin vann hann kortini á Jomfrúoyggjunum, har 89,9 prosent av teimum 1.772 veljarunum atkvøddu fyri honum.
Nýggjan fyriskipara
Í gjár vóru bæði Barrack Obama og Hillary Clinton í Virginia, har uppstillingarval verður í morgin. Tá verður eisini val í Maryland og í høvuðsstaðnum Washington D.C., og meiningakanningar vísa, at Obama er klárt á odda allastaðni. CNN vísir á, at felags fyri Virginia, Maryland og høvuðsstaðin er, at har búgva nógv svørt fólk, sum yvirhøvur eru væl útbúgvin, og júst hesi eru kjarnuveljaraskarin hjá Obama.
Í gjárkvøldið kunngjørdi Hillary Clinton, at hon hevði fingið sær annan fyriskipara til valstríðið. Higartil hevur Patti Solis Doyle skipað fyri valstríðnum hjá Hillary Clinton, men egleiðarar halda, at tað sera vánaliga úrslitið um vikuskiftið fekk Hillary at skifta hana út.
Nýggjur fyriskipari er Maggie Williams, ið eins og Patti Solis Doyle hevur arbeitt saman við Hillary Clinton í mong ár. Solis Doyle heldur kortini fram í bólkinum, sum leggur valstríðið til rættis.
Kann venda í Texas
Eftir fleiri ósigrar í seinastuni og ivaleyst nakrar afturat í hesum mánaðinum miðjar Hillary Clinton eftir at vinna uppstillingarvalini í teimum báðum stóru statunum Texas og Ohio, sum verða fyrst í næsta mánað.
Í hesum báðum statunum er veljarafjøldin sett soleiðis saman, at tað helst kemur Hillary Clinton til góðar. Í Texas eru nógv fólk av meksikonskum uppruna, ið verða hildin at styðja Hillary Clinton, og í Ohio eru nógvir eldri veljarar og og harafturat nógv arbeiðsleys. Júst tey eldru og arbeiðarastættin eru millum kjarnuveljararnar hjá Hillary Clinton.