Klokkan 19.45 í kvøld verður fyrsta bríksl á Tórsvølli, tá ið fyrst íslendski og síðani føroyski tjóðsangirnir hava ljómað yvir tómu áskoðarasetrini, og liðformenninir báðir hava heilsað upp á dómaran og hjálpardómararnar, og lutakastið hevur verið.
Dómari í kvøld verður Kristo Tohver úr Estlandi og hjálpardómarar vera Silver Koiv og Sten Klaasen, sum báðir eisini eru úr Estlandi.
Kristo Tohver, sum eina viku verður 40 ár, hevur verið altjóða dómari í tíggju ár.
Fyrstu ferð, hann dømdi A-landsdyst, var 10. august í 2011, tá ið Australia vann vinardyst ímóti Wales 2-1. Síðsti A-landsdysturin, sum hann higartil hevur dømt, var 21. mars í ár, tá ið Kroatia á heimavølli vann 1-0 ímóti Kypros í HM undankappingardysti. Tá hevði dómarin gula kortið tríggjar ferðir á lofti.