Sandvík. Lítil bygd, ið fostraði ein av størstu høvundum okkara. Leingi lá hon, sum burtur í øðrum heimi, umgyrd av fjøllum, til hol kom í fjallið fyri eini 30 árum síðani.
Ein teirra, ið vitjar bygdina í samband við 100 ára dag Martin Joensens, er dóttur hansara Ása. Við sær á ferðini hevur hon ein ommuson.
Ása er gift og býr í Danmark. Ása er fødd í 1934. Tvey systkin vóru tey, eldri bróðurin, ið búði á Tvøroyri, doyði í fjør.
Sum at eiga barn
Vit hitta Ásu hjá skyldfólki í Sandvík. Og skilligt er, at tað er við blandaðum kenslum, hon luttekur í øllum hávanum, ið gjørdur verður burturúr 100 ára haldinum til minnis um pápan. Og tað er, sum veit hon ikki hvar hon skal byrja, har hon situr í sofuni við stórari savnimappu við brøvum og skjølum av alskyns slag eftir pápan.
Men hvussu minnist hon pápan, høvundan, Martin Joensen?
Ja, tað kann eg siga so stutt. Hann skrivaði og skrivaði. Tað var, sum at eiga barn. Okkurt var, ið skuldi út, hann hevði so nógv innanborða, sigur Ása, meðan hon blaðar og lesur í skjølunum, ið vekja til lívs aftur mannin, minnini.
Og meðan hon blaðar, koma frágreiðingarnar, ein fyri og onnur eftir, eins og tær, kámu gulu, men virðismiklu síðurnar í savnimappuni.
Ása býr nakað uttanfyri Keypmannahavn.
- Tað var sum at fáa nalvastreingin kliptan tvær ferðir, sigur hon um tað, at hon fór til Danmarkar og giftist har, so Martin fekk danskan verson.
Um pápan sigur hon.
- Hann var fyri loysing, men hann var ikki fundamentalistur.
Martin hevði nógvar góðar starvsfelagar, ofta lærarar á Tvøroyri, sum hann samskifti nógv við. Ein teirra var Johannus Enni, men nógvir teirra vóru danir.
- Asger Møller royndi at yvirtala pápa til at umseta bøkurnar til danskt. Men hann sá seg ikki føran fyri tí, men hesin vildi júst, at hann sjálvur skuldi gera tað, tí tað skuldi vera hansara egna mal, sigur Ása, og hugleiðir um málbúnan í Barbaru og um málbúnan hjá Williami Heinesen, ið danir halda vera so serstakan og hugtakandi.
Sosialt menniskja
- Fór hann út, so kom hann altíð í prát við fólk, sigur Ása um pápan, sum hon heldur var eitt sosialt menniskja.
Og blaðar hon í mappuni, finnur hon millum mangt forvitnisligt bræv til Karsten Hoydal, har Martin nevnir, hvussu gott tað er at koma á tal við Janus Djurhuus, tá hesin kom við ferðamannskipinum.
Annað handrit, kanska ein tala til Petur Mohr Dam á 60 ára degnum, umtalar teirra stóra vinskap. Og har kemur fram, at alt teir høvdu saman á lívsleiðini, byrjaði, tá teir einaferð hittust í KFUM.
Petur M. Dam og Martin vóru vinmenn. Og nógv komu húsini saman, tá Martin kom at búgva á Tvøroyri. Og nógv varð tosað um politikk, minnist Ása.
- Hann var ikki brennandi sosialistur. Hann var ikki sambandsmaður! Árini 1945 til ?47 var hann bráðfeingisblaðstjóri á Sosialinum, men hann skrivaði eisini í Tingakross. Og hann helt øll bløðini. Og hann las eisini nógv donsk bløð, Informatión og onnur, greiður Ása frá.
Tosaði ongantíð ilt
Tað er ikki smávegis av áhugaverdum - gloymdum - gerandisløtum, ið aftur fáa lív, tá blaðað verður aftur og fram í mappuni á sofaborðinum í Sandvík henda dag.
- Men tað hevur týdning eisini at minnast tey, ið stuðlaðu. Pápi kundi ikki gjørt alt, hann gjørdi, uttan stuðul frá mammu, sigur Ása.
Og so minnist hon smílandi aftur á hending, henni er søgd, tá Martin skal hava verið so glaður og fegin er komin inn og greitt frá, at nú er hesin ella hasin deyður. Men tá var tað ein av persónunum, hann skrivaði um, hann sipaði til.
- Pápi hevur verið ein, ið á fremmandamáli verður nevndur mynsturbrótari. Smátt hevur óivað verið við stuðlinum, tá hann fór í skúla og at lesa. Hann mátti fáa mammuna, ommu mína, at seta jørð í veð, fyri eitt lán, tí lestrarstuðul var jú eingin, greiðir Ása frá, og nevnir tann týdning, ið stuðulin og eggjanin frá háskúlamonnunum hevði fyri Martin og seinni eisini Rikard Long, tá Martin fór á Læraraskúla.
Men eisini metir hon, at góður lærari óivað hevur verið í Sandvík, tí væl dugdi Martin, tað sóu seinni hesir menn, ið hann kom í skúla hjá.
Og so kemur hon at hugsa um óføra viðmæli, sum W. Johansen, prestur í Vági, gav Martini, tá Martin fór av Økrum til Sandvíkar at starvast, og mín sann, um Ása ikki finnur gulnaða pappírið í mappuni.
Ført hevur ofta verið fram um Martin Joensen, at hann er humanisturin, hann, ið heldur við hinum minni menta og finnur fram tær sterku síðurnar.
- Hann tosaði ongantíð ilt um nakran. Heldur royndi hann at finna fram til orsøkina til, at fólk vóru, sum tey vóru, sigur Ása.
Einsamallur og lítillátin
Ofta verður sagt, at rithøvundar, ella fólk við hugi til lestur og bøkur, ikki altíð vóru høgt í metum tá í tíðini, tí tá kravdist, at øll tóku lut í arbeiði, so stundir vóru ikki til annað fjas, um ein skuldi lívbjarga sær.
Og Ása er eitt sindur í iva, nú hon skal svara hesum, tí lærarin var ein virdur maður í bygdini, Martin sat í sóknarstýrinum, hevði kvøldskúla og tók sær av eingilsmonnum.Alt tók tíð.
- Men fyrstu ferð, eg hoyrdi nakran tosa um pápa, var tá eg kom heim við Norrønu í 1999. Tá kom ein eldri vágbingur til mín, og fór at práta um um Martin Joensen, Fiskimenn og so framvegis, sigur Ása.
Og í brævinum til Karsten Hoydal sæst, at Martin Joensen kennir seg kanska eitt sindur einsamallan. Manglaði íblástur, onkran at práta við.
Martini dámdi væl at koma til Havnar, at hitta menn har, og hann kom eisini nógv saman við teimum.
Frá 1929 er Martin lærari í Sandvík, til hann í 1944 tekur við starvi á Tvøroyri.
- Hann søkti eisini einaferð til Havnar. Hann fekk ikki starv. Hann var lítillátin maður. Alt, sum hevði við nepotismu ( at taka vinir ella familju framum onnur, blðm.) at gera, vildi hann ikki vita av. Hann hevði tí ongan stuðul, um so skuildi verið, men hann vildi fegin til Havnar, sigur Ása.
Í iva á Vaglinum
Og Ása ásannar, at tað er við blandaðum kenslum, hon nú sær og tekur lut í hátíðarhaldinum á 100 ára degnum.
- Eg var í iva, tá eg stóð í Havn við tunga pakkanum við handritum og øðrum. Hevði bestan hug at seta pakkan á Vaglið, so kundu tey gera við hann, tað tey vildu, tí onkutíð veit ein ikki reiðiliga, um fólk meina tað í álvara, sigur Ása.
- Soleiðis upplivdu vit tað ikki tá. Eg hugsi um, hvussu ringt tað var hjá honum at fáa nakað givið út, sigur Ása, og minnist aftur á jólaløtur, tá eingin ivi var um, hvat Martin skuldi hava, nevniliga blokkar og pappír.
Og Ása minnist, at pápin skrivaði á baksíðuna á rationeringsmerkjum. Og eisini, tá hon hevur verið og tikið upp eftir pápan, hugsar hon, at hann hevur verið heilt maniskur við at skriva, tí í bókum má alt hyggjast væl ígjøgnum, tí har er nógv viðmerkt, og mong eru pappírini og avísútklippini, ið mugu hyggjast eftir og kannast, áðrenn farið verður ov skjótt fram, so okkurt - kanska av týdningi - hvørvur í gloymskunar hav.
Ása ásannar, at tað er sum at fáa pápan aftur, at hyggja í brøv og skjøl, og ikki er altíð lætt at býta hetta við onnur, og bara lata hetta frá sær.
- Hann var sjúkur, tá eg var tilkomin. Hann segði ikki alt tað sama tá við okkum, sum hann hevði sagt við onnur. Men eg síggi tað nú, sigur Ása, og leggur afturat, at tað hevði óivað glett Martin, at onkur fegnast um hansara skrivligu avrik, skjøl og viðmerkingar, tí Føroyar, landið, var hansara eitt og alt.
- Hann var altíð á veg til eitt nýtt stað, sigur Ása hugsunarsom, meðan hon minnist aftur á pápan, sum andaðist jóladag í 1966, bert 64 ára gamal.