Mitt í nátt varð ringt til løgregluna at boða frá, at ein sjómaður var farin á sjógv í Klaksvík. Hann hevði verið í býnum saman við nøkrum øðrum av manningini, men var farin einsamallur umborð aftur. Løgreglan sigur, at har var eingin landgongd og einki trygdarnet og tað endaði eisini við, at maðurin var áhaldsin og fór niður ímillum.
Løgreglan sigur, at tá ið hinir av manningini komu umborð, saknaðu teir mannin og fóru at leita. Teir funnu hann, har hann lá í sjónum, tí hann slapp ikki upp aftur við egnari megi.
Menninir fingu bjarga honum upp aftur og tey fingu hann á sjúkrahúsið. Løgreglan sigur, at tá var maðurin so kaldur og illa fyri, at hann hevði ikki yvirlivað nógvar minuttir afturat í sjónum. Sostatt skal hann meta seg sjálvan at vera serstakliga heppin, at skipsfelagarnir komu umborð akkurát tá, tí annars hevði tað verið ein galin endi hjá honum.