Oljuflutningur
Hesti:
Tá hestfólk sulu hava fylt tangan, kemur tangabilur av Sandi út í Hest. Hann steðgar so á í oynni millum tveir túrar hjá Teistanum. Tað plagar vanliga at vera fyri dagin.
Tá Teistin leggur at á Gomlurætt eru fleiri bilar umborð. Og teir fara, sum vanligt er, í land. Uttan ein. Tað er tangabilurin hjá Statoil á Sandi. Hann verður standandi, tí hann skal víðari út í Hest.
Siglt verður um eina løtu, og teir bilarnir, sum komnir eru í heilt góðari tíð á Gomlurætt og ætla sær til Skopunar, sleppa umorð, hóast farið verður út í Hest fyrst og so inn aftur á Gomlurætt, áðrenn farið verður til Skopunar.
Eisini ein annar lastbilur er umborð, tá loyst verður. Tað er Strandferðslubilurin, sum skal út í Hest við farmi og so skal taka okkurt inn aftur við.
Tórur Johannesen, sum koyrir tangabilin hjá Statoil á Sandi, greiðir frá, at hann plagar at vera soleiðis umleið annanhvønn mánaða úti í Hesti við olju.
Hann fer vanliga út, tá hann sleppur av við eina heila last, sigur hann. Og tað plagar at passa so, at tangarnir tømast samstundis, tí áfyllingin er komin ii eina so mikið fasta legu, at alt hendir í senn.
Hóast Hestbygd ikki er gjørd til bilar, er tað als eingin trupulleiki at sleppa til tangarnar við tangabilinum, sigur Tórur Johannesen. Øll húsini liggja fram við vegnum. Og hóast hann ikki er nøkur autostrada, so er sjálvandi heldur eingin ferðsla har, sum tarnar tangabilinum. So tað gongur upp á stás.
?Og hestfólk eru sera fegin um hesa skipanina, sigur Tórur Johannesen. Tey eru sloppin undan tí øgiliga knossinum, sum tað var, tá oljan varð flutt út í tunnum, sum skuldu flytast niðan av bryggjuni og stoytast í tangan. Tað er ein øgiligur lætti at vera sloppin undan tí.
Men tað var eitt tíðarskeið seinasta heyst, tá Teistin ikki sigldi út í Hest, tí arbeitt varð upp á ferjuleguna. Tá var tunnuvandin aftur.
Men tann trupulleikan loysti oljumaðurin í felag við teimum, sum gjørdu ferjuleguna, greiðir Tórur Johannesen frá. Tá teir fóru út í Hest við betongbilunum, slapp hann við. Tað var so, at Sam førdi betongbilarnar út, so tað lá bara væl fyri.
Nú verkfallið var í vár, var heldur eingin trupulleiki við olju ði Hesti, hóast Teisitin ikki fekk ført tangabilin út.
Tórur Johannesen sigur, at hann hevði verið fyrivarin og fylti á tangarnar, áðrenn verkfallið byrjaði.
Tað eru umleið 25 hús í Hesti, og tey fáa øll olju frá Statoil á Sandi. At so er, er kanska meira ella minni av tilvild, heldur Tórur Johannesen. Tað kundi tað sama verið ein bilur av Streymoynni ella eitt heilt annað felag, sum hann tekur til, sum lat olju út í Hest.
?Eg helt, at eg skuldi royna, um hetta bar til. Hestfólk tóku undir við ætlanini, og nú riggar skipanin bara heilt væl, sigur hann.
At hann skal úr Skopun inn á Gomlurætt á morgni og síðan verða úti í Hesti fyri dagin og so at enda sama túrin umaftur, er eingin trupuleiki, heldur Tórur Johannesen. Hann hevur onga neyð í Hesti, og eisini er tað komið fyri, um tað liggur væl fyri, at Teistin er komin út bara eftir honum.
?Teir eru ógvuliga lagaligir at heita á, sigur hann, og ber tað teimum til, tá eg heiti á teir, er tað meira enn so, at teir koma eftir mær. Eg leigi ikki skipið, men teir gera tað av vælvild. Teir eru ótrúliga galantir. Sjálvandi ber ikki altíð til, og tað er so í lagi, tí eg kenni ferðaætlanina, sigur hann.
Tórur er farin norður í bygdina við tangabilinum, og avgreiðslumaðurin hjá Strandferðsluni hevur tømt strandferðslubilin á bryggjuni og fingið í aftur tað, sum flytast skal av oynni.
Æðurnar uttan fyri garðin liggja og dovnast á helluni. Mest blikar, tí nú eru bøgurnar so smátt farnar at hugsa um komandi ættarliðið. Strandferðslubilurin koyrir umborð á Teistan, og lúkan fer aftur.
Vit eru á veg til Skopunar umvegis Gomlurætt, meðan Tórur Johannesen er í ferð við at fylla oljutangarnar úti í Hesti.