##med2##
Hetta er dundrandi korrupt. Tað er dómurin, Høgni Hoydal, løgtingsmaður, og fyrrverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum, fellur yvir Jacob Vestergaard, núverandi landsstýrismann í fiskivinnumálum.
Tað, hann hugsar um, er avgerðin um at býta kvotur til vinnuligar royndir, tí Høgni Hoydalsigur, at landsstýrismaðurin hevur givið vinum og kenningum kvotur, og tí má hann tala at. Hann sigur, at tískil fer hann eisini at kæra málið fyri landsstýrismálanevndina, so at Jacob Vestergaard verður settur til svars fyri avgerðina.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Høgni Hoydal er rættiliga bersøgin um fiskivinnupolitikkin hjá samgonguni og tað er við beráddum huga, at hann kallar hetta fyri korruptión.
Hann vónar, at tey stevna honum fyri ærumeiðing ella útspilling, men tað er hann ikki enn.
Høgni Hoydal vísir á, at í samgonguni kalla tey hetta fyri at geva vinnuni tryggar karmar. Men hann sigur, at hetta eru bara tryggir karmar fyri vinir og kenningr hjá politikarum í samgonguni.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr Høgna Hoydal greiða frá