Hann vil ikki kallast fyri klandursvætti

– Vit brúka ikki orkuna upp á klandur, men upp á at yvirliva

– Sum suðuroyingur vil eg frábiða okkum um at vit verða kallað klandursvætti

Dennis Holm, borgarstjóri í Vági, er ikki fegin um útsøgnina hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum, í Kringvarpinum í gjárkvøldið.

 

Hon vil ikki ganga ynskinum frá vágbingum á møti um at játta beint omanfyri eina millión krónur til ein ítróttareftirskúla í Vági.

 

Hon vísti á, at tað hevur verið arbeitt í fleiri ár við at skipa ein eftirskúla í norðaru helvt í Suðuroy og tí helt hon, at tað er løgið at tey í syðru helvt royna at yvirhála ta ætlanina.

 

Og tað verður neyvan, at tað verða tveir eftirskúlar í Suðuroy, sigur hon.

 

Hon staðfesti eisini, at tað skerst ikki burtur, at tað er klandur ímillum norðaru og syðru helvt í Suðuroy, men at tey kunnu ikki standa modell til, at tað klandri eisini verður drigið inn í Løgtingið.              

 

Dennis Holm sigur, at hann frábiður sær at verða kallaður klandursvætti fyri tað, um hann virkar fyri einum ítróttareftirskúla í Vági.

 

Hann heldur, at tá ið landspolitikarar vilja sleppa undan at taka støðu til mál í Suðuroy, rópa teir seg javnan upp á, at suðuroyingar klandrast so illa, at teir oyðileggja bara alt fyri sær sjálvum.

 

– Okkara orka fer ikki til klandur, men fer til at stríðast fyri at oyggin kann yvirliva, sigur Dennis Holm.

 

Hann leggur eisini dent á, at ítróttaeftirskúlin í Suðuroy er ikki stovnaður fyri at skapa klandur við nakran sum helst.

 

– Ítróttaeftirskúlaverkætlanin er á ongan hátt í klandri við eftirskúlan, sum eftir ætlan skal vera á Drelneis, ella í Hvalba, sigur hann.

 

Trýst HER og les meiri um, hvussu borgarstjórin í Vági metir støðuna.