Hann vil sleppa at rinda meiri skatt

Í einari grein í New York Times í dag skrivar amerikanski ríkmaðurin Warren Buffet, at tey ríku í USA eiga at gjalda meiri skatt. Tann 80 ára gamli Buffet hevur forvunnið sær knappar 330 milliardir krónur frá íløguvirksemi og verður roknaður sum tann triðríkasti amerikanarin.

Í greinini skrivar Warren Buffet, at í fjør rindaði hann 37,5 milliónir krónur í inntøkuskatti, og at tað svaraði til 17,4 prosent av hansara skattskyldugu inntøku.

-Í prosentum rindaði eg minni skatt enn øll tey 20, sum arbeiða á mínari skrivstovu. Tey rindaðu millum 33 og 41 peosent og 36 prosent í meðal, skrivar Buffet.

Hann vil hava politikararnar at leggja størri skatt á teir amerikanarar, sum forvinna meiri enn eina millión dollarar um árið. Harafturat skulu tey, sum forvinna meiri enn 10 milliónir dollarar, rinda uppaftur meiri skatt.

-Eg og mínir líkar hava fingið frið nóg leingi, og nú er stundin komin, til at stjórnin ger álvara av lyftunum um at býta byrðarnar javnari, skrivar tann 80 ára gamli ríkmaðurin.