Mamman doyði tá hon var smágenta og hon vaks upp Frammi við Gjónna hjá ommuni og abbanum, og er hon sostatt seinasta barnið, sum vaks upp har. Hon gekk í skúla í Leynum. Henni hevur altíð dámt væl ross og reið nógv sum ung. Hanna giftist við Jósup Jacobsen í Sørvági og fingu tey 3 børn. Hon hevur altíð verið sera virkin, hon var kokkur í Ravnoynni í Grønlandi, hon arbeiddi í fleiri ár á flakavirkinum í Sørvági, har hon eisini var álitisfólk. Hon hevur verið formaður í Sclerosefelagnum í Pensionistafelagnum í Vágum.