Tað sigur Hanna Jensen, sum seinasta valskeiðið hevur sitið á tingi sum varafólk fyri landsstýrisfólk hjá Framsókn.
Hon sigur, at hon plagar at vera virkin í fólkaræðinum, og tað dámar henni val. Men tað er sjálvandi eisini onnur atlit, sum hugsast skal um, tá tú skalt taka støðu til at stilla uppaftur.
Spurd um hon sleppur á listan hjá Framsókn, tá hon hevur atkvøtt ímóti uppskotinum hjá landsstýrismanninum hjá flokkinum um fría fosturtøku sigur hon, at tað veit hon einki um.
– Um nakar hevur tikið eina slíka støðu ímóti mær, so mást tú spyrja tey um tað, sigur hon.
Tá hon ítøkiliga nevnir uppstilling til løgtingsval spyrja vit hana, um hon so ikki eisini umhugsar uppstilling til fólkatingsvalið, sum verður tveir dagar undar løgtingsvalinum.
Tá sigur hon, at hon vildi ynskt, at Føroyar als ikki valdu umboð á fólkating.
– Men er tað eitt ynski, at eg eisini stilli upp til fólkatingsvalið, so geri tað, sigur hon.
Hanna Jensen varð vald á ting fyri Framsókn í 2015.
Í 2019 gjørdist hon nummar 4 á listanum. Tá var Bjarni Kárason Petersen fyrstvaldur við 280 atkvøður og Poul Michelsen nummar tvey við 271 atkvøðum. Poul Michelsen legði skjótt tingsessin frá sær, og tá fekk Ruth Vang fast sæti fyri hann. Hon fekk 265 atkvøður á valinum í 2019. Hanna Jensen fekk tá 193 atkvøður. Framsókn var ikki í samgongu valskeiði 2019-22, so Jensen var bara á tingi, tá tað barst øðrum av tingfólkunum frá at møta.
Men eftir valið í 2022, tá Framsókn fekk trý umboð vald, fekk Hanna Jensen fast sæti sum nummar 5 á listanum við 111 atkvøðum.
Framsókn fekk eitt gott val í 2022, tá flokkurin fekk 2.570 atkvøður, sum svarar til 7,5 prosent og trý tingfólk. Tey vóru Ruth Vang, sum fekk 978 atkvøður. Bjarni K. Petersen, sum fekk 355 atkvøður og Sólvit Nolsø, sum fekk 249 atkvøður.
Næst á listanum vóru Karlot Hergeirsson við 155 atkvøðum og Hanna Jensen við 111 atkvøðum.
Tá Sólvit Nolsø segði tingsessin frá sær í fjør, fekk Árni M. Dam eisini fast sæti við 102 atkvøðum og nummar 6 á listanum. Men tá løgmaður minkaði um landsstýrið 1. desember, og Bjarni Kárason Petersen fór aftur í tingi, misti Árni M. Dam aftur tingsessin.










