Hanna hevur altíð verið lívsglað, og er hon eitt spennandi og fjølbroytt menniskja, sum als ikki hevur latið seg seta í bás.
Hanna er úr Havn. Foreldrini vóru Anna, f. Rein, úr Havn, og Óla Jákup Jensen, ættaður úr Kvívík. Óla Jákup Jensen var ein kendur skipari, vinnulívsmaður og reiðari. Eisini var hann løgtingsmaður (1943-45) og landsstýrismaður (1957-58) umboðandi Fólkaflokkin. Anna og Óla Jákup fingu fimm børn: Hanna, Tordis, Niels, vanliga nevndur Volle, sáli, Andrass og Hákun.
Í 1960´unum stovnaði Hanna mótahandilin "Joto 7", ið var tann fyrsti av sínum slagi í Havnini, og hon gjørdist tá kend sum "Hanna í Joto."
Tá Hanna í árunum frá 1966 fram til 1984 fekst við mótaklæði, make-up og annað sansiligt prýði, var hon samstundis sera eldhugað innan samfelagsviðurskifti. Henni dámdi at tosa við fólk og at lurta. Hon hevur altíð havt ein greiðan hugburð um, hvussu eitt frítt og rættvíst samfelag átti at vera, serliga innan tað kvinnupolitiska økið. Hon var bæði forkvinna í kvinnufelagnum í Havn og eitt tíðarskeið í Kvinnusamskipan Føroya.
Frá 1984 og fram til pensiónsaldurin starvaðist Hanna í Føroya Landsstýri.
Tá Hanna gavst við at handla, yvirtók systirin, Tordis, sum hevði grannahandilin "Joto 9" handilin, og legði teir saman til tann handilin sum er í N. Finsensgøtu í dag.
Frá 1986-94 var Hanna forkvinna í Javnstøðunevndini, og metir hon sjálv, at størsta avrik hennara reint politisk var tá ið javnstøðulógin varð sett í gildi.
Eftir pensiónsaldur fekk Hanna nýtt starv sum umsetari hjá Ríkisumboðnum, eitt starv sum hon hevur verið glað fyri og hóskar júst til hennara royndir, samstundis sum hon fekk størri fríheit við at kunna arbeiða heimanífrá.
Hanna hevur verið sjúk seinastu tíðina og fer tí ikki at halda føðingardagin.