Hanna er fødd og uppvaksin í Vági. Foreldrini vóru Elisa Bæk úr Hovi og Johan A. Toftum úr Vági.
Hon giftist við Jens Lisberg úr Fámjin. Sum nýgift búðu tey í Fámjin, har Hanna luttók í bygdasamfelagnum, hon gekk t.d. til neyta og fekst við tøting. Væl lá eisini fyri hjá henni at hekla, binda og annars alt til hendurnar.
Seinni fluttu tey til Vágs at búgva. Jens var til skips og Hanna arbeiddi í handli.
Síðst í 50-unum fekk Jens arbeiði í Mjørkadali, tá var Hanna læraravikarur í Kaldbak. Hon gjørdi eisini mat til arbeiðsfólki í Mjørkadali.
Í 1960 fór hon á Føroya Læraraskúla, meðan hon gekk har arbeiddi hon eisini í kiosk Centrum. Læraraprógvið fekk hon í 1964.
Meðan hon gekk á læraraskúlanum, var hon í starvsvenjing á deyvaskúlanum á Skansa, og tá hon varð liðug, fekk hon starv á Føroya Spesialskúla og seinni á Skúlin á Trøðni. Fyrstu árini var skúlin ein deild av deyvaskúlanum við Kastelsvej í Keypmannahavn. Hon arbeiddi á skúlanum til 1996, tá hon sum 70 ára gomul fór úr starvi.
Í sínum arbeiði sum lærari var Hanna á nógvum ymiskum skeiðum viðvíkjandi serundirvísing, bæði í Danmark, Norra, Svøríki, Finnlandi, Eysturríki og Íslandi. Hetta gjørdi hon av sínum eintingum og fyri egna rokning, ofta í summarferiuni. Hon hevur altíð havt stóran áhuga fyri teimum, sum eru minni ment og brekað.
Hanna hevur altíð havt stóran áhuga fyri samfelagsviðurskiftum og luttikið í almenna orðaskiftinum við t.d. at skriva lesarabrøv og at ringja inn í sambandi við kjaksendingar í útvarpinum. Hon hevur eisini verið virkin politiskt og hevur sitið á tingi sum eykafólk fyri Javnaðarflokkin.
Hann hevur havt fleiri nevndarstørv bæði í lands- og kommunalum nevndum. Hon sat t.d. mong ár í barnaverdinini í Havn. Hon var virkin í Kvinnufelagnum, og í hesum sambandi var hon blaðstjóri á Kvinnutíðindum. Hon sat eisini í mong ár í nevndini fyri Føroya Handilsskúla, vald av Føroya Landsstýri.
Hon sat í mong ár í nevndini í Færøernes Ulykkeforsikringsråd, har hon saman við øðrum tók støðu til hjálparveitingar til sjúk og brekað. Har kom tað væl við hjá henni, at hon kendi so nógv fólk kring landið.
Tað eru nokk fleiri, sum eru vaksin í dag, sum minnast hana sum Hanna mostur í barnaútvarpinum, har hon t.d. fekk børnini at skriva inn til barnaútvarpið. Hon hevur eisini umsett fleiri barnabøkur, mest úr íslendskum og svenskum sum t.d. Ásta og Eldgosið og Pippi Smokkuleggur, sum varð lisin upp í útvarpinum.
Hanna er ein sannur náttúruelskari. Fyrr fiskaði hon nógv síl, og hon hevur eisini staðið nógv á seiðabergi. Ta einu tíðina stóð hon so nógv á seiðabergi, at onkur í skemti nevndi hana Hanna Seiðaberg. Hon hevur sungið í kóri bæði í Vági og í Havn. Eisini sang hon nógv í skúlanum, og hon hevur glett mong við síni vøkru songrødd.
Hanna og Jens eiga tveir synir: Dánjal Johan, sum er giftur føroyskari konu og býr í Danmark, og Eli sum býr í Havn. Ommubørnini eru fimm, og langommubørnini eru átta í tali.