Hanne fekk minstuløn

Eftir 17 spurningar megnaði føroyska Hanne ikki longur at halda seg til veruleika, og hon bleiv tveitt út av Sandhedens Time við 25.000 krónum, sum er tað minsta tey kunnu fáa Hon vil starvast á einari klinikk fyri djór og heldur, at littir menn eru lekkrari enn hvítir. Og hon hevur skudina av, at 9 grísar vóru stoktir livandi.

 

Hóast hetta, var tað einki við 27 ára gomlu Hanne, ið kundi sjokera maka ella familju hennara, tá føroyska kvinnan var í avdúkandi sendingini ?Sandhedens Time? á TV3.

 

Tvørturímóti helt maki hennara, tann 30 ára gamli Christian, at sendingin styrkir um teirra parlag.

 

-Eg stuðli Hanne í øllum. Vit hava verið saman í eitt ár, og har kom einki til sjóndar, sum eg ikki visti áður, segði hann.

 

Hann heldur kortini, at tað er órættvíst, at hon skuldi svara einum spurningum, sum ljóðaði ?Hevði tú vilja kyst ein littan mann, sum Christian aldrin fekk tað at vita?.

 

Tá hon svaraði nei til hendan spurningin, bleiv hon tveitt út úr sendingini.

 

Umframt hetta kom fra, at Hanne hevur havt sex við maka sínum, meðan lítlibeiggi hennara var í sama rúmi, og at hon hevur havt bulimi.

 

Til ber at lesa meira um svarini hjá Hanne á heimasíðuni hjá TV3 www.tv3.dk