Hans á Bakka handaður Bakkafrost

Nýggi brunnbáturin hjá alifyritøkuni Bakkafrost, er nú á veg til Føroyar.

Tað er Tersan skipasmiðjan í Turkaland, ið hevur smíðað nýggjasta brunnbátin hjá Bakkafrost.


Báturin er uppkallaður eftir Hans Jacobsen, vanliga nevndur Hans á Bakka, ið saman við beiggjanum Roland Jacobsen, stovnaði fyritøkuni í 1968.


Báturin setir kós móti Føroyum seinni í vikuni, og verður væntandi á Glyvrum 30. juli.
  
Hans á Bakka er 75,8 metrar til longdar og 16 metrar breiður.