Hans Andrias er ársins nýbrot

Hans Andrias Jacobsen úr Klaksvík var fyri løtu síðan kosin ársins nýggi einstaklingur í 2012. Tað varð hann á Planet Awards, sum Miðlahúsið skipar fyri í kvøld.

 

Sangurin 'Don't wanna burn', hann hevur latið úr hondum, hevur verið millum mest spældu sangirnar í føroyskum útvarpi í ár.

 

Hans Andrias er uttanlands og kundi av somu orsøk ikki taka móti heiðurslønini í kvøld.

 

Sakaris, Urbanus, Sveinur Gaard Olsen og Kristel Lisberg vóru eisini í uppskoti.