Tá kommunuval verður í Danmark seinni í ár, verður Hans Eiler Hammer, fyrrverandi prestur í Klaksvík, á listanum hjá Liberal Alliance í Roskilde.
Hans Eiler Hammer er ein av trimum, sum eru farin av listanum hjá nýggja flokkinum Danmarks Vision og upp á listan hjá Liberal Alliance.
Sambært netblaðnum Sjællandske Nyheder, so hevur Liberal Alliance í Roskilde styrkt seg við trimum nýggjum valevnum til komandi kommunuvalið í Roskilde, Lizzi Tvede Waagstein, Christian Skov Arendorf og Hans Eiler Hammer.
Hini bæði vóru valevni hjá Venstre, áðrenn tey fóru upp í Danmarks Vision.
– Vit meta, at borgarliga samstarvið í Roskilde verður munandi styrkt av, at vit fara saman við Liberal Allianse. Vit kenna okkum heima við politikkinum hjá Liberal Alliance, og her í økinum hevur Lars-Christian Brask greitt markerað seg sum tann sterkasta borgarliga og liberala røddin í Roskilde, sigur Hans Eiler Hammer, sum er fráfarandi lokalformaður fyri Danmarks Vision í Roskilde.