Hans Engell og Uffe Ellemann Jensen á Rás2 kl. 16

Tveir fyrrv. danskir floksformenn verða gestir í Vinnurásini hjá Rás 2 klokkan 16. Teir fara at tosa um bankakreppu, Poul Nyrup og føroyingar, Føroyar og EU, Ísland og kreppu

Í sambandi við at kendi danski viðmerkjarin og fyrrverandi konservativi floksformaðurin Hans Engell júst hevur givið út sína egnu politisku sjálvbiografi fer Rás2 at tosa við hann um eitt nú føroysku bankakreppuna fyrst í 90-unum og annars um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark, her eisini um framtíðina. Eisini hevur rásin tosað við Uffe Ellemann Jensen, fyrrverandi uttanríkisráðharra eitt nú um Føroyar og EU, um íslendsku fíggjarkreppuna og um ríkisfelagsskapin. Vertur er Jan Müller

Sendingin verður endursend í kvøld kl. 19 og leygardagin klokkan 14.