Hans Fróði í bíðistøðu

Fótbóltur: Talan verður ikki um sáttmála við QPR, men onnur feløg fara at geva seg til kennar í komandi viku

Í dag kemur Hans Fróði Hansen aftur úr London, har hann í vikuni hevur vant við 1. deildarliðnum QPR. Tað er greitt, at í hesum umfarinum verður eingin sáttmáli undirskrivaður millum føroyska landsliðsmannin og enska høvuðsstaðarfelagið, men Hans Fróði Hansen sigur seg ikki hava mist vónina um, at tað fer at eydnast at vinna sáttmála við eitt felag í tveimum teimum bestu deildunum í Onglandi. Hann heldur sjálvur, at hann er nærri einum sáttmála nú, enn hann var, tá hann mánadagin fór úr Føroyum.

Í sjeyti árunum var Gerry Francis eitt skifti liðformaður á eingilska landsliðnum. Nú er hann ein kendur venjari. Hann hevði ábyrgdina í Tottenham, áðrenn hann kom til QPR, og Hans Fróði Hansen letur væl at bæði felagnum og venjaranum:

? Mær hevði dámt væl at fingið sáttmála við hetta felagið. Teir hava verið stak fyrikomandi og vinarligir. Tað er stór kapping í yrkisfótbólti, og eg havi fingið at vita frá teimum, at í hesum umfarinum kunnu teir ikki gera sáttmála við meg, tí teir hava brúk fyri einum orduligum aftasta manni, og tað havi eg sagt teimum, at eg ikki haldi vera mín leiklut.

Á fundinum, sum Hans Fróði Hansen undan fráferðini úr London hevði við venjaran, bjóðaði Gerry Francis seg til at arbeiða fyri fáa samband millum føroyska landsliðsmiðverjan og okkurt annað felag í Onglandi. Hann segði seg meta Hans Fróða at vera á sama støði sum verjuspælararnar, ið hann hevur í felagnum, og hann segði seg fara at geva øðrum venjarum kopi av upptøkum av føroyinginum einsamøllum, og av upptøkum frá dystum hjá føroyska landsliðnum.


Á Highbury móti Suker og Adams

Fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur ein føroyingur spælt á leikvøllinum hjá mest vinnandi felagnum í London. Hóskvøldið spældi næstbesta liðið hjá QPR á Highbury, sum heimavøllurin hjá Arsenal eitur, og millum mótstøðumenninar vóru fleiri kend andlit.

Tony Adams, sum í fyrradagin varð úttikin til eingilska landsliðið, sum um eina viku skal spæla móti Luksemburg og Póllandi, hevur saman við Nigel Winterburn verið skaddur. Teir báðir fingu dystarvenjing móti Hans Fróða og teimum, og leirvíkingurin hevði fleiri nærdystir við kroatiska landsliðsmannin, David Suker, sum Arsenal fyri stuttum fekk frá Real Madrid sum part av handlinum, tá teir seldu Nicola Anelka. David Suker spældi bara 20 minuttir á besta liðnum síðsta vikuskifti, og nú var hann ein hálvleik á næstbesta liðnum fyri at fáa dystarvenjing.

? Eg spældi alla tíðina, og sjálvt um eg var vinstri bakkur, so haldi eg, at tað gekk væl. Ferðin var sera høg, men eg kendi tað ikki, sum um eg datt burtur ímillum. Vit vunnu 3-0, og eg iðri meg um, at tað ikki eydnaðist mær at skora. Tvær ferðir stútaði eg hornasparksinnlegg móti tvørtrænum, og sjálvandi var tað serliga hugaligt, at aðru ferðina var tað, eftir at eg hevði vunnið nærdyst móti Toyn Adams.


Framtíðin

Síðst var Hans Fróði á Highbury og spældi móti Suker og Adams, og í morgin fer hann í Gundadal at hyggja at sumbingum. Hans Fróði er leikbannaður, men longu í dag fer hann at venja sjálvur.

? Dreymin um at gerast yrkisleikari havi eg framvegis, og ferðin í Onglandi hesa ferð hevur styrkt meg í, at tað er møguleiki fyri at dreymurin skal gerast til veruleika. Tá tú fært at vita, at tú ikki stendur aftanfyri teir, sum eru í felagnum, so átti tað at havt góðar møguleikar við sær, tí tað verður nógv bíligari hjá einum eingilskum felag at keypa ein føroying, heldur enn at keypa ein frá einum øðrum eingilskum felag. Men tað skal nógv til. Eg havi hildið meg at hava vant nógv, eisini tá HB ikki hevur vant, men eg síggi, at tað skal uppaftur meiri til. Ferðin var øgilig, og tá vit høvdu spælt tjúgu minuttir hóskvøldið var eg púra lúgvaður, men tað eydnaðist at spæla allar 90 minuttirnar.

Hans Fróði Hansen sigur, at tað kann vera, at hann fer avstað aftur at royndarvenja, um ein seriøsur fyrispurningur kemur um tað, men hann sigur samstundis, at hann segði við Gerry Francis, at hann heldur, at tilfarið, sum er eftir í Onglandi, og orðini hjá QPR venjaranum eiga at telja nógv hjá teimum, sum møguliga verða áhugað.

Í komandi viku fer Hans Fróði Hansen at spæla á landsliðnum móti Estlandi og Litava, og sjálvandi fara dystirnir, umframt týdningin av at vinna, at vera gott høvi hjá Hans Fróða at vísa umheiminum, at hann hevði verið góð arbeiðsorka at sett pengar í.