Hans Huusgaard 90 ár

Hans Huusgaard er føddur 28. sepember 1916 í Syðrugøtu, og vóru foreldur hansara Elias Huusgaard og Hansina f. Jacobsen, bæði úr Syðrugøtu. Eftir lokin barnaár í Syðrugøtu fór Hans sum unglingi til skips, so skjótt prestsins hond var komin á høvdið, sum var luturin hjá flestu ungu dreingjum her á landi í fyrra helmingi av 1900-talinum og tókst við ymiskt fyrifallandi arbeiði í heimbygdini um vetrarnar, men hugurin stóð til bókina, og í 1938 tók Hans læraraprógv á Føroya Læraraskúla. Og eftir hetta byrjaði eitt langt lív innan føroyska skúlaverkið, í heili 48 ár arbeiddi Huusgaard, sum hann vanliga varð nevndur bæði av næmingum og starvsfeløgum, innan skúlagátt, sum bert er teimum heilt fáu unt. Ikki var so lætt at fáa starv um hetta mundið í føroyska fólkaskúlanum. Ringar tíðir í 1930-unum, og tað var soltið í mangum kommunukassa kring landið, og raðfestingin av skúlum kom ikki í fyrstu røð

Tað bleiv so dánt til krit og varma í skúlastovuni, oftast við ovninum brimandi í einum horni, har fýrt bleiv við torvi og koli. Og kom tí Huusgaard at ferðast millum fleiri ymsar skúlar ta fyrstu tíðina sum vikarur. Hann var t. d. skúlaárið 1938/39 lærari í Skálafirði, Innan Glyvur, Leirvík og í Gøtu. So gekk leiðin til Vestmanna í 1939, og har var hann øll krígsárini til 1945. Síðani eitt skifti í Klaksvík frá 1945 49 og Kaldbak og Sundi 1949 51. Fyri síðani at fáa fast starv í Tórshavar Kommunuskúla í 1951, og har varð hann verandi, til hann fór úr starvi í september 1986. Huusgaard byrjaði niðri á Vaglinum í Gamla kommunuskúla, og flutti niðan í Tróndargøtu í 1956, og var hann tann einasti av gomlu lærarunum, sum við var, nú Tórshavnar kommunuskúli bjóðaði til 50 ára hátíðarhald síðani skúlin flutti av Vaglinum.
Huusgaard hoyrdi til tað ættarliðið av lærarum, sum bæði varð sett av kommunalu myndugleikunum og sum eisini fekk lønina útgoldna haðani. Og nú øll tosa so óført um at flyta fólkaskúlan út til kommunurnar at umsita, so verður ofta tikið til av Hussgaardsa ættarliði av lærarum, at tað er onki at leingjast eftir, tí ikki fyrrenn lønarútgjaldingin av læraralønum bleiv yvirtikin av landinum, fyrst tá komu hesi viðurskifti í rættlag!
Hans undirvísti í fleiri lærugreinum, men stórstan tokka hevði hann til fimleikin, sum tað kallaðist tá. Og hóast bert heilt fáir skúlar áttu nakað, sum líktist eini fimleikahøll, so legði Hans til brots at bróta burturúr nýggjum á hesum øki, saman við Poul E. Petersen, táverandi ítróttarráðgeva, sum slóðaði fyri á so mongum økjum. Hans fór til Danmarkar beint eftir kríggið í 1946, á Danmarks Højskole for Legmesøvelser, at fáa sær eykaútbúgving í lærugreinini, sum hevði við røkt av kroppi og likami okkara at gera, og fekk prógv haðani í juni 1947.
Skúlaárið eftir 1947/48 fór hann á skeið á DHL. Vegna hesa hollu útbúgving innan ítróttina, so varð heitt á Hans eftir heimkomuna, um at vera próvdómari í ítrótti á Føroya Læraraskúla, og røkti hann hetta arbeiði samvitskufult í fleiri ár.
Eitt sum hugtók Huusgaard serliga nógv, umframt sjálvan fimleikin, tað var svimjifrálæran á DHL, og er hetta komið týðiliga til sjóndar, eisini eftir at Hans gavst í lærarayrki sínum hann hevur verið næstan dagligur gestur í svimjihøllini í Gundadali líka til nú, og er á ein hátt eitt livandi vitni um, hvønn týdning tað hevur fyri okkum øll at røkja likam og sál. Har, sum altíð, eisini í skúlans arbeiði, ein fryntligur og hugnaligur maður at koma á tal við. Hann var góður við børnini, og tey við hann.
Hans er giftur við Hjørdis f. Anthoniussen ættað úr Húsavík.
Hjartaliga tillukku á 90 ára degnum, og Harrin gevi tykkum báðum eitt blítt lívskvøld.
j. s.