Hans í bíðistøðu

Hans Jørgensen tekur onga avgerð fyribils, men ætlar at halda seg í form

Fyrrverandi málverjin hjá AB, sum segði sáttmálan upp við felagið orsaka av venjaranum Oddbirni Joensen, ið hann segði seg ikki kunna samstarva við, leitar í løtuni eftir nýggjum felagi.

 

Les eisini: Hans givin í AB

 

Hans Jørgensen skuldi taka yvir eftir Símun Rógva Hansen á Argjum, men endaði á bonkinum, tá Oddbjørn Joensen tók yvir eftir Bill M. Jacobsen. Oddbjørn Joensen var somuleiðis venjari hjá Hans Jørgensen í HB, har Teitur M. Gestsson var við yvirlutan í dystinum um plássið millum stengurnar.

 

Les eisini: Tí gevst Hans í AB

 

Hans kann ikki spæla aftur í Effo-deildini fyrr enn 16. juni, tí ein spælari fær leikbann, tá hann sigur sáttmálan upp.

 

-       Eg havi jú leikbann líka til 16. juni, so eg verið ikki tøkur fyrr enn aftaná tað. So eg ætli mær ikki at taka nakra avgerð, fyrr enn aftaná summar. Eg havi einki konkret tilboð, so eg má bara bíða og vita hvørjir møguleikar stinga seg upp til summar, sigur Hans Jørgensen.

 

Hugurin til at spæla fótbólt hevur verið í minna lagi hjá málverjanum. Tí ætlar hann líka at koma fyri seg fyrst, áðrenn hann tekur nakra avgerð.

 

-       Nú hevur tað verið eitt sindur turbulent aftaná uppsøgnina hjá AB. So eg skal líka niður á jørðina aftur. Nú fari eg at halda meg í form og um okkurt áhugavert kemur í summar, so hyggi eg upp á tað, sigur Hans Jørgensen.

 

Hans Jørgensen er 23 ára gamal og hevur spælt fyri millum annað HB, B68 og 07 Vestur.