Franck Sinatra syngur(My Way):
And now, the end is near,
and so I face the final curtain
my friend, I´ll say it clear,
I´ll state my case, of which I´m certain
I´ve lived a life that´s full.
I´ve traveled each and ev´ry highway;
But more, much more than this,
I did it my way? etc.
Hans J. gjørdi tað á sín hátt í tí tóma rúminum. Var einsamallur mangan i sínum verki sum listamaður. Mær rennur í hugan myndirnar hja danska listamanninum Michael Kvium, sum t. d. avmyndar fólk við heilanum uttan á skallanum. At ganga við einum heila, sum er sjónskur og altíð hugsa um javnvágina, er torført mangan og serliga, tá ið tú hevur ein skapandi heila.
Hans J. var væl fyri í hesum skapandi vavi hvønn dag. Tað, at menna henda partin av sinum viðføri, krevur sín mann. Mær tykir, at Kvium er so beinrakin i sini frasøgn um okkum og okkara, at hava heilan ovast uppi a "skallatekjuni" er ein viðkvom frásøgn, hvussu viðbrekin vit eru. Bert eitt lítið orð? bert eitt lítið dism av fákunnleika kann kollrenna "harddiskin" ovast uppi, og so er einki, men Hans: Did it in his Way ? javnvágin var líka til tað síðsta.
Hans J. stillaði málningar út einsæris i Havnini í fýrati árunum, og var framsýningin i H.N. Jacobsens Bókhandli. Hetta var so sera sjaldsamt, at maður av bygd fór til Havnar at stilla út. Onkur ypti øksl og kanska smírdist, men hjá Hans J. skuldi javnvágin vera í lagi. Hann gavst ikki so, men var við á Ólavsøkuframsýningini í eini seks ár og hevði um hetta mundi bæði framsýning í Klasvík og í Havnini.(1960) Hann gavst við hesum og segði: " Tað var løgið við listini. Eg havi selt 6 málningar til fólk ættað úr Mykinesi til ta bygdina, sum hevur fostrað so matan listamann sum Sámal. J. Mykines. Nú er tað akademiska rákið komið í listina, tað hóvar mær ikki." Hans J. vildi ikki lata javnvágina hja sær fara av lagi, men vildi lata sínar egnu kenslur í málningalistini standa a løriftinum. Hann mælti til í 1969 at fara undir Varmakelduframsýningina, sum komandi ár hevur 35 ár á baki.
I planned each charted course;
each careful step along the byway,
but more, much more than this,
I did it my way .. etc.
Hans J. hevur við sínum verumáta? við heilanum ovast uppi ført ein bardaga fyri listini í tí tóma rúminum. Pascal sigur einastaðni: Kvirran i ti æviga rúminum fyllir meg við ræðslu. Tá ið tú býrt í Fuglafirði niðast við Falkarás, er tað tóma rúmið ein partur av tær. Eygað leitar av Borgini niður á Svarthamar, niður av Stígnum, um bøgarðarnar, oman eftir Falkarás, Tróndargøtu, út eftir firðinum, upp á Gjógvarahamar, Nón og setir av á Gjógvarafjalli, Kambi og Blábjørg. Tá ert tú leysur uppfrá í tí kosmiska farvegnum, ti æviga rúminum, sum Han J. hevur tulkað á harmonikuni, í kórsangi, hornblástri, Kingosangi, skrift og talu?. Og sum hann ikki var bangin fyri.
Yes, there were times, I´m sure you knew
When I bit off more than I could chew.
But through it all, when there was doubt,
I ate it up and spit it out.
I faced it all and stood tall;
And did it may way? etc
Hans J. er vaksin upp á Rætt - niðri við Sjovarmálan. Hann giftist við Vilhelminu 1953. Tey búðu við Rætt til fyri uml. 30 árum síðani og fluttu so norður til Falkarás. Dagliga hittust vit í túninum, og fall orðið altíð um sang og list. Hans var forvitin. Tá ið okkurt nýtt kom fram á tí tøkniliga økinum t. d., sum kundi kveikja og endurspegla mentanarligt árin, tók Hans J. hetta til sín. Ein dagin segði Hans J.: Kom inn og síggj ein film, eg havi tikið um borð á Ólavi Halga undir Grønlandi einaferð i seksti árunum! Aftur ein endurspegling av farnari tíð, sum var ein skygging í nýggjari tøkni, sum tá var frammi - smalfilmurin. Ein annan dag sigur hann: Kom inn og síggj telduna, brennarin og ljósprentmaskinuna, eg havi skaffað mær! Ikki sørt av spelkni var um mannin, og mátti viðganga, so "streymlinjaður" vart tú ikki sjálvur. Ein annan dag sigur Hans: Kom inn og síggj málningarnar hjá Rúnu og Hallveig (døtur Vihelminu og Hans). Eg gloymi aldri ta løtuna, hvussu fróur Hans var, at tær nú vóru farnar at mála og stilla út. Tær vóru tær fyrstu, sum góvu kvøldskúla-undirvísing í Fuglafirði í málningalist, og hetta frøddi gamla listamanninum.
Hans tók til sín tær bjørtu ljósrípurnar, sum tepraðu um fjallagreinirnar í listaheiminum, sum lýstu upp skørð og kneysar, og kveiktu tað listaliga sinnið. Hann goymdi at tí og gav tað víðari. Harmonikan, ljóðførið, sum altíð fylgdi honum, sangkórið, hornorkerstrið og tað skrivaða orðið, sum mentist í ljósinum frá fjallagreinunum og ikki at tala um sjónleikin ?og at vera við i filmslistini sum Tormóður í Barbaru.... Hetta var óivað stórsta avbjóðing í skapandi tilveruni hjá Hans J.
Hans J. var farin at syngja Kingo tey seinastu árini, og vóru ofta boð eftir honum, Nielsi og Petur J., tá ið hesin táttur í mentanararvi okkara skuldi hevdast.
Hóast sjónin var farin at bila síðstu árini, legði Hans ikki árarnar inn, men hevði fingið sær telduforrit við stórum bókstavum:
Hvat kundi eg ikki havt skrivað, tá ið eg var ungur
Og eyguni voru góð,
Hvat kundi eg ikki havt lært meg sjálvan,
Um eg hevði slík tól,
Elektroniska skrivimaskinu, teldu og litaðan skýggja,
Og á hillini hundrað tals bøkur, men nú kann eg lítið síggja,
Men meðan tað dimmir, tendrast eitt ljós innan í mær.
Hetta ljósið eingin annar kann síggja,
Tað er ikki deytt,
men livandi og ultraviolett!
Sigur Hans J. í einum av sínum yrkingum??
To think I did all that;
And my I say - not in a shy way,
" No, oh no not me,
I did it my way".
Vilhelmina og Han J. høvdu gullbrúdleyp 28. febr. í ár og lógu bæði tá á Landssjúkrahúsinum, men hóast tað var ljós og lagkøka á borðinum? silvur hava tit skrivað og gull upplivað. 20. mars í ár var Hans J. 75 ár. Soleiðis kann tað vera, at í lagnunar speiðsemi er við hvørt ein villafavnur millum sorg og gleði. Við Falkarás hava tit havt nógvar gleðiløtur og serliga, tá ið døturnar, dótturmenn og børn teirra hava vitjað klettarnar. Tá var ungmannakæti og ljóðkát børn undir bitunum, og ikki so sjaldan hoyrdist harmonikan ljóma innan veggja í hesum meldri.
Hesi orð, sum eg her havi fest á blað, eru um listaligu eyðkennini hjá Hansi. Hann hevði jú eisini sítt borgarliga yrki, men tað lati eg liggja.
Heilin hjá Kvium, sum datt mær í hugan, nú eg festi hesar reglur á blað, avspeglar tað hárfínu greinsuna, sum kantast á eggini eins og skrýggið hja Edv. Munck - greinsan millum alt ella einki, sorg ella gleði, orð ella stummari talu, lív ella svarðloysi, ljós ella myrkur, lív ella deyða o.s.fr. Saknaður verður tú, Hans J., i familjuni, við endan á Bøvegi og Falkarás og í bygdini sum heild. Men hvat, vit síggjast aftur a grønum vølli ein dag? You dit it in your way!