Hans Jørgen: Málið hjá Bartali var fríspark (FM1)

(FM1) Annar av venjarunum hjá ÍF er alt annað enn nøgdur við dømingina í samband við 3-1 málið hjá HB á Tórsvølli í kvøld

(Samrøða: Hans Jørgen Djurhuus)

ÍF fall við æru móti HB á Tòrsvølli í kvøld, hóast 2-4 tap. Fuglfirðingar vístu ofta gott álopsspæl og Uros Stojanov skoraði tvey góð mál.  

HB – ÍF 4-2 (3-2)

1-0: Mikkel Dahl (20.)

1-1: Uros Stojanov (31.)

2-1: Mathias Nygaard (36.)

3-1: Bartal Wardum (45. +)

3-2: Uros Stojanov (45. +)

4-2: Mikkel Dahl (54.)

Hans Jørgen Djurhuus, ið venur ÍF saman við Ólavi Larsen er tó sera misnøgdur við 3-1 málið, har Hans Jørgen avgjørt meinar, at Bartal Wardum ger fríspark móti Jákup Nolsøe Olsen.

Hans Jørgen slær fast, at nú má ÍF aftur byrja at vinna dystir. Hans Jørgen ætlar sær avgjørt at vinna á Skála mikukvøldið: - Tað svíður at tapa so ofta, sigur Hans Jørgen.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Tróndur Arge gjørdi við Hans Jørgen Djurhuus aftaná dystin. 

HER  ber til at hoyra Trónd Arge siga frá teimum seks málunum. Hoyr eisini samrøðuna Tróndur gjørdi við høvuðsvenjaran hjá HB, Jens Berthel Askou. 

(Samrøða: Hans Jørgen Djurhuus)