Hans Jacob Lamhauge 55 ár

Í morgin, 29. mars, fyllir Hans Jacob Lamhauge í Lamba 55 ár.

Hann er føddur í Lamba, sonur Amandu Joensen úr Lorvík og Karl Andreas Lamhauge úr Lamba.
Hans Jacob tók realprógv á Glyvrum í 1966, studentsprógv í Hoydølum 1969 og læraraprógv á Jonstrup Seminarium í 1974.
Hann var vikarur í Runavík 1969-70 og hevur síðani verið í starvi har, eftir at hann tók læraraprógv. Hann hevur verið limur í býráðnum í Runavík í eitt áramál og limur í teknisku nevnd. Í 1970 giftist Hans Jacob við Davinu Petersen av Glyvrum.