Hans Jacob Sigvardsen 65

Í dag, 12. september, fyllir Hans Jacob Sigvardsen á Argjum 65 ár.

Hann varð føddur við Gjógv, sonur Karl Jacob og Elisabeth Sigvardsen. Hann tók læraraprógv í Havn í 1962, var lærari í Runavík til 1976 og síðani á Argjum, til hann fór frá fyri nøkrum árum síðan.
Í 1974-75 var hann á ársskeiði á Fróðskaparsetrinum og tók exam. art í Norðurlendskum, serliga føroyskum máli og bókmentum. Hann var bókavørður 1967-73 og í Líkningarnevndini í Runavík 1970-74.
Saman við Per Hansen og øðrum stovnaði hann blaðið Fjarðbúgvan í 1970 og var blaðstjóri fýra tey fyrstu árini.
Hans Jacob er giftur við Rigmor, f. Mortensen, av Argjum.