Hans Pauli Strøm skulkar sær undan

POLITISKT HANDAVASK Tað er onki uttan politisk undanstøkking, tá ið Hans Pauli Strøm nú tekur frástøðu frá spariætlanum hjá samgonguni, sigur formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum

Skal mann trúgva formanninum í Sjálvstýrisflokkinum, er lítil munur á Hans Paula Strøm, løgtingsmanni fyri Javnaðarflokkinum og Pontius Pilatus, rómverskum landshøvdinga í gamla Judea.
Pilatus varð tiltikin fyri at tváa sær um hendurnar og Kári P. Højgard heldur, tað tað er Hans Pauli Strøm eisini.
Í øllum førum hevur sjálvstýrisformaðurin, at tað er onki uttan politisk handavasking, tá ið Hans Pauli Strøm, í Sosialinum fríggjadagin roynir at taka frástøðu frá uppskotum, sum Rósa Samuelsen hevur lagt fyri samgonguna um at spara pengar.
Hann sigur, at tað er rættiliga ørkymlandi, tá ið ein samgongan leggur nøkur spariuppskot fram, men at ávísir partar í samgonguni so brádliga taka frástøðu frá teinum, tá ið tað ágangurin verður ov stórur.

Atkvøtt fyri øllum
Eitt mál, sum hann sipar til, er uppskotið um at strika skipanina, har almannveitingar automatiskt hækka 3% um árið fyri at byrgja upp fyri prísvøkstrinum.
Hetta er eitt uppskot, sum Hans Pauli Strøm nú vendir sær ímóti.
Hann vísir á, at sum limur í samgonguni hevur Hans Pauli Strøm havt allar møguleikar at forða fyri, at tær sparingar, sum hann nú tekur frástøðu frá, verða lagdar fram.
- Men tað hevur hann ikki gjørt. Ístaðin hevur hann higartil atkvøtt fyri teimum øllum.
Kári Post sigur, at heldur Hans Pauli Strøm, at sparingarnar á almannaøkinum ikki kundu góðtakast, kundi hann havt forða fyri, at samgongan legði tær fram, men tað hevur hann ikki gjørt.
Hann vísir eisini á, at bæði Hans Pauli Strøm og allur Javnaðarflokkurin, umframt øll samgongan, atkvødu fyri játtanarkarminum fyri fíggjarlógini fyri næsta ár.
- Tað mugu Hans Pauli Strøm og samgongan taka ábyrgdina av og tí er tað onki uttan handavasking, tá ið hann nú sigur, at hann nú tekur frástøðu frá tí, sum stendur í játtanarkarminum, hann sjálvur hevur samtykt.
Formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum staðfestir, at landstýrisfólkini hava fingið álagt at spara og tí er tað púra burturvið, tá ið Hans Pauli Strøm nú vendir sær ímóti sínum egnu landsstýrisfólkum í samgonguni, nú tey, sum verða rakt av sparingum, fara at gera vart við seg.
- Tað undrar meg, at ein partur av samgonguni leggur nøkur uppskot fram, men at aðrir partar í samgonguni so koma aftan á og ”bomba tað niður”, leggur hann afturat.

Skulu ikki byggja meiri

Sjálvstýrisflokkurin heldur, at tað almenna eigur nú at halda aftur við at byggja fleiri vegir, tunlar, brýr og almennar bygningar.
Hann sipar til tað, sum Landsverk vísti á í Sosialinum nakað síðani, um, at bæði vegir, tunlar, brýr og almennir bygningar, verða forsømd í grovum stíli við teirri avleiðing at tað forfellur í stórum fyri hvørt ár ið gongur.
Kári P. Højgaard, formaður í Sjálvstýrisflokkinum, er samdur í, at tað almenna hevur fullkomiliga sømt at halda og røkja tær almennu íløgur, sum eru gjørdar og tí forfellur alt.
- Samstundis tosa politikarar bara um at byggja nýtt, staðfestir hann.
Men formaðurin í Sjálvstýrisflokkurin heldur, at nú tað sansar at, eiga vit at halda aftur við at byggja nýtt og heldur brúka fíggjarligu orkuna upp á at røkja og gera ábøtur á tað, vit longu hava.
Hann sigur, at hetta er tann rætta raðfestingin, tí viðlíkahald og at gera ábøtur er nakað, sum kastar rættiliga nógv arbeiði av sær.
Skulu taka eitt ódnartak

Kári P. Højgaaard, formaður í Sjálvstýrisflokkinum, ásannar, at næstu árini, skulu ódnartøk takast.
Men sjálvur hevur hann ikki so nógv ítøkilig boð upp á, hvussu hallið á fíggjarlógini upp á 800 milliónir skal fáast burtur.
Hinvegin heldur hann lítið um tær sparingarnar, sum eru framdar á almannaøkinum og sum raka teir veikastu bólkarnar.
Men hann ásannar, at allir møguleikar fyri sparingar mugu kannast.
Hann hevur fyrr skotið upp, at strika skipanina, har landsstýrisfólk kunnu sita við tveimum lønum, hóast tey fara frá og enda aftur í løgtinginum ella í øðrum almennum starvi.
Hann veit, at hetta eru smáttarí, men alt telur og hann heldur, at tað almenna má senda ta signal út, at sparingar skulu gerast og at politikarar skulu ganga undan.
Hann skilir heldur ikki, at landið í krepputíðum byggir ítróttarhøll á Sandi ella veitir rentu og avdráttarfrítt lán til kommunur í Suðuroy at byggja ellis- og røktarheim fyri.
Hann skilir heldur ikki, at samtundis sum røddir eru frammi um at minka aðalráðini úr níggju, niður í seks, verður ein nýggjur aðalstjóri settur í Uttanríkisráðnum.
Hann átalar eisini, at næstan allar almennar íløgur eru nógv dýrari enn mett, uttan at tað fær nakrar avleiðingar.
Hann sigur, at tað má síggjast allastaðni at sparingar skulu gerast, men nærmari kemur hann ikki ítøkiligum sparitiltøkum.
- Sjálvstýrisflokkurin hevur onga skræddaraseymaða loysn, ásannar hann.
Hinvegin leggur hann afturat, at tá ið fíggjarlógin fyri næsta ár skal leggjast, fer Sjálvstýrisflokkurin at koma við nágreiniligari boðum uppá, hvørjar sparingar kunnu gerast.
Men almenni bygnaðurin skal skilbøtast, har tað ber til.
Hinvegin er hann hart ímóti ætlanini at avtaka almennu minstulønina, so at reiðarar og manningarfeløgini sjálvi skulu fíggja hana. Ætlanin at áseta tilfeingisgjald og umhvørvisgjald fáa sama skoðsmál.
- Vit vinna onki við at áleggja fiskivinnuni fleiri byrðar, tí hon hevur stórar trupulleikar frammanundan.
Hann saknar eisini prógv fyri páhaldinum um, at fiskiflotin er ov stórur, tí samstundis koma av og á fleiri skip í flotan.
Hann er eisini samdur í, at í ávísum førum er tað rætt og neyðugt at leggja skúlar saman í størri eindir.
Kortini heldur hann eisini, at tað ber neyvan til at hækka skattin meir.