Hanus Andreassen ummælir:

Enn gellir lúður í stavni

Tá sólin man lækka í landsins høll,

og kavin legst hvítur um dalar og fjøll,

á keypmansins diskar seg leggja

tær bøkur, ið røða um kærleik og sorg,

og upplýsing kveikja í smáttu og borg,

og - stundum - til fullveldis eggja.


Ein dagin var komin - eg gjølla tað sá -

ein bók, sum á liti var ljósleitt og grá,

hon huga mín brátt mundi fanga.

Á permu við eygum ? á døkkari mynd ?

ið søgdu: ein drottur oss loysir úr synd,

har mundi ein hálshvítur pranga.


Eg blaðaði í henni, dylji tað ei,

eg kendi meg staddan á ríkari leið,

og fekk mær á bókina fatur.

Skaldið var norskt, men av skotskari ætt,

hans eftirnavn Dass var, so havi eg frætt,

hans ramliga fornavn var Pætur.


Hann føddist í sekstanfjøruti sjey,

í Norðnoreg tugdi hann barndómsins breyð,

í Bergen hann gjørdist studentur.

Í Keypmannahavn hann sín prestlærdóm fekk,

tann læra ? har sjón fyri søgnina gekk ?

hon sló ikki falskar mentir.


Hann norðaftur flutti ? til korini trong ?

og sum kapellán í árini mong

vit í Nesna hann búleika síggja.

Men seinni hann sessast á feitari rók

í Hálogalandi, í Alstahaug

fekk kall hann í áttatiníggju.


Hans sóknarbørn balast á kargari jørð,

hygg, menninir skjútsa hann yvir um fjørð,

meðan eystan av Kjølinum blæsur!

Men yrkjarans vit varð av andgletti skerpt,

so mangan tað sannast, at mótburður bert

gevur skaldinum floygdari ræsur.


Hans fyrimynd Luther tað bragd hevði gjørt

sítt móðurmál balda í kirkjuna ført,

á fedranna máli tey sungu.

Brátt Pætur varð kendur um Noregi alt

sum næmingur Luthers, ið Gud hevði valt

at fetta ta norðlendsku tungu.


Eitt konubrot var ? ei eg havi tað droymt ?

av henni var eisini ? tað veri ei gloymt ?

tann miðaldar málvansi bøttur.

Tey samdust so væl undir Noregis lon,

Pætur hin rádni og skaldkvinnan von:

Dorothea Eingilbrektsdóttir.


Meg minnist sum barn, tey sótu so svinn,

tá faðir meg leiddi í kirkjuna inn,

av reinleika alt mundi skína,

tá sungu tey sálm hans ? tey dugdu hann øll:

tó lága lon fúnar og vegliga høll,

fram fagurt Guds ríki skal trína.


Ta tíð, ið hann livdi, vit rópa barokk,

tá skreytskrýdd ? sum vøkstur, ið fer upp í slokk ?

bæði bønhús og dómkirkjur vóru,

tá málmmikil Kingo bar Harranum takk,

og tónanna fugur Sebastian Bach

læt ljóma við tign inn í kórið.


Hann sálmarnar yrkti, væl upp í ein leyp,

tað hefti ei fyri, sum átti hann steyp,

har altíð tað yvir man flóta,

hann yrkti um Harrans skapanarverk,

um fugl og um fisk og um villdjór so sterk,

um hvalin, í dýpi man róta.


Men krúnan á hansara skaldskapi er

tann Norðlandslúður, vit umrøða her,

ein lýsing av norðlanda lívi,

ið gevur sum heild eina fjølbroytta mynd

av skapningum Harrans úr fjøru í tind,

av korum hjá manni og vívi.


Vit lesa um lappan, í skinnklæðum er,

sum hús síni knáur á bakinum ber,

og hjall sín í trøum man byggja,

um finnan, sum loysir við gandi tín bát,

so byrur gerst góður og manningin kát,

brátt fúsir á miði tit liggja.


Vit lesa um firðir og oyggjar og nes,

um matgerð og mentan av fjalli í fles,

um sólargang, skiftandi lýsi,

um steinbít, ið svimur um sjógvin við gron,

um flundruna feitu ? ei gloymd veri hon ?

um hákelling, laks og um hýsu.


Her andar eitt myndugt og innankátt skald,

sum hevur á orðunum merkiligt vald,

ein floygdur - og jarðbundin - vinur,

ið eisini tyktar ? ei royking og snús

man kvinnuna fríðka, enn minni kardús

man edla teir norðlanda synir.


Týðingin henda úr penni er førd

av kvívíkarpresti, ið fyrr var, og gjørd,

sum borin av innblástri lýggjum.

Her er ikki illgongt, tú flýgur avstað

úr sýslu í sýslu, tað tykist, sum kvað

eitt føroyskt skald her av nýggjum.


Væl er hon handfarin útgávan, við,

staðanøvn hava føroysk snið,

so kunnugir kennast teir blettir,

her hómast Jóhan Hendriks ráð,

kopphyggin Valdemar tær prentvillur smá

læt lúka, so eingin var eftir.


Tøkk fái Stiðin og Zakarias Wang,

ið ei gloymdu prestin, um smámannin sang,

og framdu tað útgávubragdið.

Og tøkk fái Axel, ið orðkringur bar

tann stimbrandi lúður vestur um hav

og loysti ta týðing úr lagdi.


Hestprent læt lúðurin prenta væl,

og á snøggum papíri, ei dyljast tað skal,

so keyparin ei verður nipin.

Fyri 100 krónur hann fáast kann,

so far bert av húsum kvinna sum mann

at ogna tær henda gripin.



Petter Dass: Norðlandslúðurin. Axel Tórgarð

týddi. Forlagið Stiðin gav út. Kostnaður

00 krónur.