GÍ
Fyrst í vikuni fekk Hanus Jacobsen í Gøtu boð um at koma til landsliðsvenjingar annað vikuskiftið í nýggja árinum. Tað eru sjálvandi fleiri stig frá at vera ein av tredivu, sum eru stevndir saman til landsliðsvenjingar, og so at gerast partur av sjálvum landsliðnum. Men talan er stig á leiðini.
Serliga áhugavert er tað hjá Hanusi Jacobsen og hinum - Janus M. Joensen og Rasmusi Nolsøe úr HB - ið mugu roknast at verða møguligir avloysarar til vongverjaplássið í vinstru, sum verður tókt, tá ið nýggi landsliðsvenjarin fer at flyta Súna Olsen fram á miðvøllin. Súni hevur verið fastur maður á vinstra vongverjanum seinastu árini.
Tað hevur verið eitt sindur av óvissu um, hvar Hanus Jacobsen skal spæla næsta ár. Hanus hevur higartil bara umboðað barndómsfelagið í Gøtu. Seinastu vikurnar hava søgur verið at hoyrt um, at okkurt annað felag í Eysturoy skal hava verið sera áhugað í at fáa evnaríka spælaran í sín part.
- Hanus Jacobsen fer framvegis at spæla við GÍ, og tað eru vit fegnir um. Vit leggja stóran dent á at varðveita lokala samleikan á liðnum í so stóran mun, sum tað á nakran hátt ber til, og í tí sambandinum er ikki minst Hanus Jacobsen týdningarmikil, sigur GÍ formaðurin Brandur Jacobsen.
GÍ formaðurin sigur, at tað framvegis verður arbeitt við at styrkja um GÍ liðið, og at tað í einstøkum førum ivaleyst verður neyðugt at leita aðra staðni enn bara í Gøtu. Hann vil ikki siga meiri ítøkiligt um, hvat tað er, sum teir arbeiða við, men tað skilst á lagnum, at GÍ kannar, hvussu tað er statt við málverjum og álopsspælarum.
- Um talan verður um útlendingar, so fara vit undir øllum umstøðum at fáa teir henda vegin til royndarvenjingar, áðrenn talan verður um møguligar avtalur um samstarv, sigur GÍ formaðurin.
Magni upp í leikin
Sambært GÍ heimasíðuni er veteranurin Magni Jarnskor settur í starv hjá felagnum, sum hevur ásannað, at tað er tørvur á at menna ungdómsarbeiðið í felagnum.
Frá ársskiftinum av er Magni settur sum ungdómsvenjari og samskipari. Hann skal hava høvuðsábyrgdina av dreingjaliðunum, sum fevna um dreingir 7-16 ár og av gentuliðunum, sum fevna um 7-14 ára gamlar gentur.
Talan er ikki um fulltíðar starv. Hóast Magni fer at hava høvuðsábyrgdina av yngru liðunum, so fara liðini at hava hvør sín venjara. Síðsta kappingarár royndi Magni seg aftur sum spælara á besta liðnum, eftir at hann hevði verið burturi frá í eitt ár. Magni var tó ikki so nógv á GÍ liðnum, sum hann og teir í felagnum høvdu vónað, tí hann var so nógv darvaður av skaðum.