Hanus Kamban og Kirsten Brix fingið Poetens legat

Hanus Kamban hevur fingið ?Poeten Poul Sørensen og fru Susanne Sørensens legat? fyri bókmentaligt virksemi, og Kirsten Brix hevur fingið ?Poeten Poul Sørensen og fru Susanne Sørensens legat? fyri týðaravirksemi. Virðislønin er í báðum førum 20.000 kr

?Poeten Poul Sørensen og fru Susanne Sørensens legat? varð stovnað í 1982 og hevur til endamáls at stuðla listafólkum. Talan er um eina virðisløn, og tað ber tí ikki til at søkja um stuðul úr grunninum.

Poul Sørensen - ?Poeten? - livdi frá 1906 til 1973, var blaðmaður og yrkjari, og hevur m.a. givið út ?April i Danmark?, 1942, mótstøðuyrkingar, ?Europasange?, 1947, ?Barske Børnerim?, 1953 og ?Vintervers?, 1956.

Millum teirra, ið áður hava fingið henda heiður, teljast eitt nú Holger Juul Hansen sjónleikari og Anne Marie Løn rithøvundur.

KEYP SOSIALIN Í PDF-ÚTGÁVU HER!<a>