Fótbóltur
Hanus Thorleifsson var ikki við í hópinum, tá B36 leygrdagin spældi heimadyst móti 07 Vestur.
Orsøkin var heilt einfalt, at Skálamaðurin ikki longur er partur av Vodafone-hópinum hjá B36.
- Eg kann vátta, at Hanus Thorleifsson hevur biðið um at verða loystur úr sáttmálanum, og at vit hava eftirlíkað hesum, sigur Havgrímur Johannesen vegna FC Tórshavn, sum rekur Vodafone-liðið hjá B36.
Aðrar viðmerkingar fáast ikki úr felagnum, men sum skilst hevur Hanus Thorleifsson verið alt annað enn nøgdur um lítlu spælitíðina, sum hann hevur fingið í ár.
Frá at hava verið ein av berandi kreftunum á liðnum, hevur spælarin als ikki verið eins sjónligur í ár. Og frustratiónirnar kókaðu eftir øllum at døma yvir, tá B36 seinasta mikukvøld spældi í Klaksvík.
Tá varð Hanus Thorleifsson skiftur út í hálvleikinum, og valdi hann tá at fara beina leið undir brúsu og heim, ístaðin fyri at hyggja at seinna hálvleiki av dystinum.
Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa eina viðmerking frá Hanusi Thorleifsson sjálvum.