Hanus og liðfelagarnir vunnu á útivølli

NK Triglav er seks stig frá oddinum

Hanus Sørensen var við frá dystarbyrjan, tá hann og liðfelagarnir í NK Triglav sunnudagin leiktu dyst á útivølli í næstbestu slovensku fótbóltsdeildini. Dysturin var móti Dravinja, og tað gekk framúr væl.

 

NK Triglav vann dystin 4-2. Teir vóru á odda 3-1 í steðginum, og teir øktu til 4-1 áðrenn heimaliðið slapp at pynta um støðuna. 

 

Oliver Kregar skoraði tvey mál. Toni Vinogradac og Marko Brkić syrgdu fyri hinum báðum málunum hjá Triglav.

 

Triglav er nummar seks í deildini við 16 stigum fyri átta dystir. Triglav hevur seks stig upp til oddaliðið, Grosuplje sum ígjár misti tey fyrstu stigini í kappingini, tá teir leiktu javnleik 2-2 móti Gorica.

 

Komandi fríggjadag klokkan 17 hevur Triglav dyst á heimavølli móti júst Gorica.