Tað ljóðar kanska ógvusligt, tí fólkatingsmaðurin hevur grundgivið sakliga fyri okkara sjónarmiðum, men seinastu tíðina hevur hann vent byrsuni móti okkara egnu. Í kjakinum róði hann fram undir, at vit stardu okkum blind í Jacobi Vestergaard, tí um landsstýrismaðurin segði 30%, segði fjøldin 30%. Segði hann 10%, søgdu øll 10%. Um fiskimálaráðharrin biður okkum hoppa, spyrja vit hvussu høgt. Ikki hví? Sjúrður Skaale hevur onga orsøk at stúra. Um politisku flokkarnir vóru ósamdir, kundu teir koyrt landsstýrismannin frá. Tað hava teir ikki gjørt, tí flokkarnir eru samdir um, at Føroyar eiga størri lut av pelagisku kvotuni. Tískil er tað óheppið, tá Sjúrður Skaale sáar iva og mistreysti millum flokkarnar.
Public diplomacy
Í kjakinum kom Sjúrður Skaale við hugtakinum, public diplomacy, har hann greiddi landsstýrismanninum við fiskivinnumálum frá, at tað var týdningarmiklari at vinna almenna rúmið enn at stríðast við samráðingarborðið. Tað er valla nøkur loyna, at fólktingsmaðurin hevur serstakliga góð evnir at vinna og tekkjast fjøldini, tað hevur hann prógvað, men landsstýrið hevur gjørt eitt fyrimyndarligt arbeiði, tá tað kemur til handfaranina av stríðnum. Tað er ikki danska fjøldin, ið vinnur okkum rættindini, men samráðingarnar við hini strandalondini. Gamaní, public diplomacy kann leggja trýst á donsku politikararnar, men sjálvt um Jacob Vestergaard opinberaði seg á DR1, hevði tað ikki havt nakra veruliga ávirkan, tí Danmark hevur einki at siga alíkavæl. Um tað er satt, sum Sjúrður Skaale sigur, skal Jacob Vestergaard ikki tekkjast donsku fjøldini, tí Danmark atkvøddi móti stongslinum, men heldur fólkinum í Írlandi, Skotlandi ella Hollandi, tí tey atkvøddu fyri handilsbanninum.
Lobbyistar
Hevur verið eitt politiskt ókorrekt orð, tí teir arbeiða oftast fyri stórkapitalin. Røkja egin áhugamál, tykist fatanin millum manna. Nú á døgum tráa vit eftir lobbyistum. Løgmaður segði í kjakinum, at hann ikki vildi hava ein, men fleiri. Tað eru nýggir tónar, tí vit mugu ikki gloyma, at stríðið snýr seg ikki bara um skilvísi ella sakligar argumentatiónir, men eru vit endaði í klørnum á uppisjóvarvinnuni í ES. Tá tað er sagt, hava grundgevingar alt at siga, tá tað kemur til strandalandasamráðingarnar, men minni týdning, tá ES lóggevur fyri sínum egnu sjónarmiðum.
Við at áseta størri kvotu fáa tey minni. Trupulleikin er ikki bara vit, tí um t.d. Írland ella Skotland ikki vóru í ES, gjørdu teir tað sama, men av tí at teir eru partur av common fishery policy (felags fiskivinnupolitikkinum), eru teir bundnir at avgerðini hjá ES. Teir hava givið ræðisrættin frá sær. Tískil má uppisjóvarvinnan nýta onnur og øðrvísi háttaløg. Millum annað at steingja og útihýsa Føroyum. Vit kunnu gera sum Sjúrður Skaale og royna at vinna fjøldina, men tað broytir einki. Tey hava onga ávirkan. Onga avgerð. Ístaðin skulu vit vinna á lobbyistunum í Bruxelles. Geva teimum mótspæl. Leggja okkara sjónarmið fram á røttum stað. Tað gera vit best, um politiska skipanin stendur saman.
Uppboðssøla
Tað var somuleiðis undranarsamt, at Sjúrður Skaale byrjaði kjakið við at tosa um uppboðssølu. Um útlutan av kvotum og politiskari vanstýring. At landsstýrið var atvoldin til, at sild og makrelur vóru seld fyri undir eina krónu kilo. At tilfeingisgjaldið var upprunin til, at skip sigldu við undirskoti. Uttan at fara í dýpdina við uppboðssøluni, tí er tað nakað, ið spjadir, er tað hon. Vit eiga heldur at standa saman. Standa saman um okkara rættindi. At vit hava tjóðskaparlig rættindi, sum eru fevnd av ST havrættarsáttmálan. Vit mugu fyri guðs skyld ikki vevja uppboðssøluna í stríðið við ES, tí tað er ein innanhýsis bardagi, sum flokkarnir taka í heyst, ella fyrst í komandi ári, tá kvotan skal ásetast av nýggjum. Tá kunnu vit kjakast um, um vit skulu hava tilfeingisgjald, uppboðssølu ella einki. Eg havi ein spurning til Sjurða Skaale viðvíkjandi prísinum, sum hann kom við í kjakinum. Kann Sjúrður Skaale greiða frá, hví prísurin er so lágur? Hvussu lági prísurin samsvarar við uppboðssøluna?
Fantastisk handfaring
Skal til síðst rósa løgmanni, Kaj Leo Holm Johannesen, og fiskimálaráðharranum, Jacobi Vestergaard, fyri gott arbeiði. Nógvar røddir hava verið frammi um, hvussu landsstýrið átti at handfarið málið øðrvísi. Millum annað skulu vit leggja grundgevingarnar fram. Halda okkum burtur frá samráðingunum. Útihýsa útlendingum, meðan handilsbannið er galdandi. Ráðini tróta ikki, men løgmaður og fiskimálaráðharrin hava rós uppiborið, tí teir hava eina miðvísa ætlan, sum teir halda fast við. Tá kann Sjúrður Skaale føra public diplomacy og undirhalda fjøldina, meðan teir koma við grundgevingunum á røttum stað.
Hanus Samró
Løgtingsmaður fyri fólkaflokkin