Laðangarður er til enn, men skal hann reisast aftur? Skulu Mentanardagar endurtakast?
Umframt at Hanus G. Johansen syngur í Sumba fríggjakvøldið, í annaðkvøld, so verða eisini ymiskir mentanarligir spurningar havdir á lofti, innan konsertina við Hanusi í Sumba.
Hanus í Sumba
Hanus G. Johansen gevur í hesum døgum út fløgu nevnd Á fold eru 1000 Gudar. Hettar eru yrkingar eftir Pól F. Joensen, sum Hanus hevur sett løg til.
Í samband við at Pól F hevði fylt 118 síðsta sunnudag tann 18. november, so verður konsert hildin í Samkomuhúsinum í Sumba nu fríggjakvøldið tann 23. nov kl 22.00.
Tað verður eitt slag av matinékvøldi, har okkurt lætt fæst til góman.
Áðrenn konsertina verður tiltakið Mentanardagar í Sunnba, sum vóru hildnir í vár, til umrøðu, og hvørt teir skulu endurtakast í 2013.
Laðangarður er til enn
Eisini verður til umrøðu fríggjakvøldið, um farast skal undir at endurreisa húsið, ið nevndist Laðangarður, sum var tikið niður í 1960. Hugaligt er, at júst Pól F og hansara familja var ættað úr Laðangarði.
Menn hildu at Laðangarður lá á Nationalmuseum í Danmark,men so er ikki.
Hann hevur ligið í einum kjallara á Debesartrøð øll hesi árini síðani 1960,og tekningar frá Palla Gregoriusen eru til skjals.
Georg eystan Á, samskipari, og Sunnbiar Sóknar Fornminnafelag hava fingið í boði at fara við húsunum, sigur samskiparin. Hetta skal umrøðast innan konsertina við Hanusi fríggjakvøldið.
Tað er Sunnbiar Sóknar Forminnafelag, sum skipar fyri konsertini við Hanusi klokkan 22.00 fríggjakvøldið í Sumba.