TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Árni Gregersen gjørdi við Hanus Jacobsen hjá Víkingi, ið saman við liðfeløgunum vann 1-0 á 07 Vestur á Dungasandi í Sørvági fyrr í kvøld.
Hanus Jacobsen ásannar, at tað er mangan torført hjá Víkingi at vinna á 07 Vestur, ið stríðast væl, og soleiðis var eisini í dystinum í kvøld.
Nú er Víkingur bert eitt stig frá einum Europa League plássi. Hanus Jacobsen staðfestir, at sleppa út í Evropa er fyribils málsetningurin hjá Víkingi.
Víkingur spælir ein framskundaðan dyst frá 16. umfari ímóti 07 Vestur komandi mikukvøld á heimavølli í Sarpugerði. Eftir tað fer liðið í gongd við at gera klárt til Champions League dystirnar ímóti HJK Helsinki úr Finnlandi.
Samrøðan FM1 gjørdi við liðskiparan hjá 07 Vestur, Høgna Egilstoft Nielsen hoyrist HER