Í síðstu viku datt ein klettur undan loftinum í norðoyatunlinum. Hetta hevði við sær nakað av skaða á ein lastbil, men ongin fólkaskaði stóðst tó av óhappinum.
Dávur Reinert Hansen, stjóri í pf Norðoyatunlinum, sigur, at tað datt ein stórur klettur undan ánæminum. Tað er har, sum veggur og loft møtast í tunlinum.
? Kletturin datt niður við síðuna av einum lastbili, sum stóð har, greiðir hann frá.
Trygdin í tunlinum er annars í hásætinum, meðan arbeitt verður í honum. Fyrst og fremst verður lagt eftir at tryggja loftið, sigur Dávur. Men í hesum førinum hevur tað so ikki verið nóg væl reinsað við ánæmið, tí rundan um har, sum kletturin var, vóru rivur við leiri í.
Vanliga verður reinsað og boltað væl eftir hvørja spronging, og um neyðugt verður eisini sproytibetong koyrt á fyri, at tað skal vera so trygt sum møguligt.
Menninir tryggja sjálvir arbeiðsumhvørvið, og teir hava ongar avmarkingar. Men hetta bendir á, a teir hava ikki verið nóg neyvir við sjálvt ánæmið. Tað kemst helst av, at tað fyrst og fremst er loftið, sum teir tryggja.
? Eg trúgvi tó, at eftir hetta óhappið, so fara tey at vera meiri neyvir við ánæmið, sigur Dávur Reinert Hansen, stjóri í pf Norðoyatunlinum og leggur at enda afturat, at hetta óhappið ikki tarnaði arbeiðinum í sjálvum tunlinum nakað nevnivert.