Ein nýggj frágreiðing hevur skelkandi tíðindi úr økinum har eysturi í afri-kanska landinum Demokratiska lýðveldinum Kongo. Fágreiðingin avdúkar, at umleið 1.000 fólk doyggja har um dagin. 31.000 um mánaðin. 365.000 um árið - hvørt ár.
Hesi óhugnaligu tølini eru frá einari kreppu, sum ikki er eitt kríggj longur, ikki alment í hvussu er, men sum í øllum førum er tann ringasta kreppan í øllum heiminum.
Tað er amerikanski stovnurin International Resque Committee, sum hevur skrivað frágreiðingina. Tølini hevur stovnurin útvegað sær eftir at hava kannað viðurskiftini tað seinasta árið og eftir at hava tosað við næstan 20.000 húski í økinum.
Nógv tey flestu doyggja av sjúkum ella í hungri, og helmingurin av teimum, sum doyggja, eru børn undir fimm ár.
Tann gloymda kreppan
- Hvussu mong fólk í Kongo skulu lata lív, áðrenn heimssamfelagið raknar við, spyr Richard Brennan, ið er ein av teimum, sum hava skrivað frágreiðingina. Hann vísir á, at í Irak hevur hvørt mansbarn fingið 1.100 krónur í neyðhjálp frá altjóða samfelagnum í ár. Í Kongo hava tey fingið 18 krónur í part!
Men heimssamfelagið er so smátt farið at geva viðurskiftunum í Kongo ans. Í 1998 brast borgarakríggj á í landinum, eftir at hermenn úr grannalandinum Rwanda tóku seg inn um markið við tí fyri eyga at beina fyri uppreistrarmonnum, sum høvdu leitað sær skjól har. Hetta vóru uppreistrarmenn, sum vóru flýddir aftan á fólkamorðið í Rwanda í 1994. Men rwandiska innrásin endaði við einum stórkríggi, har ikki minni enn seks lond vóru uppií. Demokratiska lýðveldið Kongo legði vígvøll til kríggið, sum kravdi ímillum tríggjar og fýra milliónir mannalív.
Fyri tveimum árum síðani endaði borgarakríggið, men nú er tað í ferð við at kykna aftur. Fyri fjúrtan døgum síðani hótti stjórnin í Rwanda við at senda hermenn til Kongo, tí stjórnin heldur ikki, at ST ger nóg mikið fyri at fá afatur á uppreistrarmonnunum, sum halda til har eystuiri í Kongo tætt við rwandiska markið. Nógv bendir á, at Rwanda hevur longu sent hermenn um markið, og at teir hava lopið á fleiri bygdir.
Alment sigur Rwanda, at hetta er ikki so. Alment er einki kríggj har.
Líkist byrjanini
Í hesari vikuni hevur ST-trygdarráðið kravt, at Rwanda skal taka sínar hermenn úr Kongo alt fyri eitt, men dagin eftir endurtók rwandiska stjórnin, at hon hevur ikki sent nakrar hermenn um markið. Men ST-keldur siga, at stjórnin lýgur, og hósdagin søgdu umboð hjá ST í Kongo, at tað er næstan eingin ivi um, at rwandiskir hermenn eru komnir um markið.
ST hevur hermenn í økinum, og teir siga seg hava sæð hermenn, sum líkjast rwandum. Fólk í fleiri bygdum hava greitt frá, at tey hava verið fyri álopum, og at tað vóru rwandiskir hermenn, sum lupu á.
Stjórnin í Kongo er ikki í iva um, at hesar frásagn-irnar eru rættar, og í vikuni gjørdi hon av at senda hermenn eystureftir at møta álopsmonunum.
Hetta líkist tí, sum hendi fyri seks árum síðani, og tað var júst soleiðis, kríggið tá byrjaði. Ímeðan doyggja 1.000 fólk um dagin. 31.000 um mánaðin, 365.000 um árið.
(Kelda: Dagsavisen)