Eitt djúpt lágtrýst hevur elvt til fleiri harðar meldurhvirlur í suðurstatunum í USA.
Ein maður doyði nærhendis býnum Houston í Texas, tá eitt træ datt oman yvir hann, og uttan fyri býin Crockett legði ein meldurhvirla ein bygning í oyði.
Ein onnur meldurhvirla fór herjandi ígjøgnum býin Mobile í statinum Alabama. Fleiri trø brotnaðu, og streymurin fór í pørtum av býnum, tí meldurhvirlan breyt elsteyrarnar.
Lágtrýstið hevur havt kava við sær í einum øki frá Oklahoma til Illinois. Í Oklahoma City er rættiliga nógvur kavi komin niður, og hetta er fyrstu ferð síðani 1914, at býurin hevur havt hvít jól.