Harðari revsing í Føroyum fyri menniskjahandil

Samstundis verður hugtakið, menniskjahandil, víðkað, so at tað nú umfatar um meiri enn tað hevur gjørt

Nú fer tað verða harðari revsing fyri at fáast við menniskjaandil í Føroyum.

 

Landsstýrið arbeiðir við at dagføra revsilógina, men tað er eitt arbeiðið, sum tekur drúgva tíð. Herfyri vóru teir partar av revsilógini, sum høvdu við kynslig brotsverk, dagførdur og nú er so ætlanin at dagføra ein part afturat. Tað verður lagt fyri Løgtingið seinni, men ein partur av dagføringini nú, er at herða revsingna fyri menniskjahandil

 

Higarti hevur revsingin fyri menniskjahandil verið fongsul í upp til átta ár, men nú skal tað bera til at døma tey, sum verða dømd sek í menniskjahandli, fongsul í upp til 10 ár. Landsstýrið sigur, at sostatt fer revsingin í Føroyum í samsvari við boðskriv frá ES um at fyribyrgja, og forða fyri menniskjahandil og um at verja tey, sum eru offur fyri menniskjahandli.

 

– Vit vita ikki um menniskjahandil í Føroyum og tað kann tí tykjast óneyðugt at herða revsingina, men tað verður kortini mett, at føroysk lóggáva á hesum økinum eigur at vera tann sama sum í Evropa annars, sigur landsstýrið.

 

Men í hesum sambandi er eisini ætlanin at víðka allýsingin av menniskjahandil, soleiðis at tað nú eisini skal takast sum menniskjahandil, tá ið fólk verða tvingað til at ymiskt revsivert fyri at tann, sum tvingar tey, skal fáa vinning burtur úr.

 

Her verður hugsað um, at tey, sum tvinga onnur at stjala í handlum og at bróta inn, skulu kunna revsast eftir lógini um menniskjahandil og tað skulu eisini tey, sum tvinga fólk til lummastuldur og narkotikabrotsverk.