Írska stjórnin tók í januar í ár støðu til, at spurningurin um fosturtøku skuldi til fólki eftir svari og tí er fólkaatkvøða í landinum ídag. Forsætisráðharrin Leo Varadkar viðmælir, at fólki atkvøður ja til at broyta grundlógina og harvið liberalisera írsku fosturtøkulógina.
Nágreiniliga skulu írar atkvøða um, hvørt tey vilja burturbeina grein 40.3.3 – eisini kent sum áttanda punktið í grundlógini í landinum. Síðani 1983 hevur tann greinin viðført, at kvinnur og fostur hava eins stóran rætt til lívi. Í praksis viðførir tað, at tað er ólógligt hjá kvinnum at avbróta ein barnsburð. Um írar atkvøða ja fyri at broyta grundlógina, so gevur tað politikarum møguleika at broyta lógina um fosturtøku sum teir vilja.
Í dag er tað so, at fosturtøka einans er loyvd, um lívið hjá kvinnuni er í vanda. Síðani 2013 hevur tað eisini verði lógligt at taka fosturtøku, um ein lækni metur, at tað er vandi fyri, at kvinnan ger sjálvmorð orsaka av barnsburðinum. Tað er also ikki loyvt hjá írskum kvinnum at fáa fosturtøku, sjálvt ikki um talan er um neyðtøku ella blóðskemd, ella um fostri ikki er ført fyri at liva uttanfyri lívmóðrina.
Áleið 170.000 kvinnur í Írlandi hava síðani 1983 flýggjað frá heimlandinum fyri at fáa eina fosturtøku, og áleið 2000 kvinnur taka árliga fosturtøkutablettir, sum tær hava bílagt á netinum. Írski forsætisráðharrin Leo Varadkar hevur sambært Ritzau áður sagt, at ”vit hava longu fosturtøkur í Írlandi, men tær eru framdar á einum ótryggum, óreguleraðum og ólógligum grundarlagi”
80 prosent av írunum eru katolikkar, og kirkjan hevur søguliga sæð havt stóra ávirkan í landinum. Samkyndleiki var til dømis ólógligur í Írlandi fram til 1993. Men hóast stórar broytingar eru framdar í landinum seinastu árini, so vekir spurningurin um fosturtøku framvegis stórar kenslur hjá bæði teimum, sum eru fyri og teimum, sum eru ímóti.
Meiningakanningar í Írlandi vísa, at tað er ein lítil meiriluti fyri at broyta lóggávuna, men serfrøðingar siga seg vænta, at tað verður ógvuliga tætt millum síðurnar. Katólska kirkjan í landinum hevur áðrenn atkvøðugreiðsluna gjørt nógv burturúr at eggja írum til at atkvøða nei til eina liberalisering av lóggávuni.
Um úrslitið av fólkaatkvøðuni í dag verður eitt ”ja” til at broyta grundlógina, so hevur stjórnin boðað frá, at hon ætlar at broyta lógina so, at tað verður loyvt at taka fosturtøku óavmarkað fram til 12. viku av barnsburðinum.
Ritzau