Eftir harðar bardagar við stjórnarherin hava libysku uppreistrarmenninir tikið havnarlagið í býnum Misrata. Tað ger, at skip kunnu koma inn í havnina við neyðhjálp og øðrum til fólkið í býnum.
Bardagarnir um Misrata hava vart í fleiri dagar, og í gjár máttu skip liggja uttan fyri havnina, tí tað var ikki ráðiligt at leggja at. Men nú sigur ein talsmaður fyri uppreistrarmenninar, at teir hava næstan fingið ræðið á øllum býnum, og at fleiri skip liggja við bryggju og lossa.
Í høvuðsstaðnum Tripoli var ein hørð spreinging seinnapartin, júst sum NATO-flogfør vóru uppi yvir býnum. Tað er ikki greitt, hvat álopsmálið var.